Seinastu dystirnir í 3. umfar í bólkaspælinum í HM-undankappingini í Evropa vóru í gjár. Norðurmakedónia og Armenia stóðu fyri skelkunum við at vinna á ávikavist Týsklandi og Rumenia, meðan Danmark hevur fult stigatal í okkara bólki
Bólkur B:
Spania hevur fótað sær, eftir at javnleikin móti Grikkalandi í fyrsta umfari. Í gjár vann Spania 3-1 á Kosovo. Daniel Olmo og Ferran Torres vóru aftur á máltalvuni. Spania er eitt av londunum, sum ikki viðurkennir Kosovo sum eitt land. Hevur hevur elvt til kjak, tí millum annað vildi sjónvarpsframleiðslan ikki skriva Kosovo við stórum. Grikkaland spældi javnleik móti Georgia.
Støðan:
1. Spania 7
2. Svøríki 6
3. Grikkaland 2
4. Georgia 1
5. Kosovo 0
Bólkur C:
Italia hevur kós móti HM-endaspælinum í Katar. Við 2-0 sigri á Litava í gjár, hevur Italia fult stigatal eftir tríggjar dystir. Stefano Sensi og Ciro Immobile skoraðu málini. Einki mál kom í dystinum millum Norðurírland og Bulgaria. Sveis hevur spælt ein dyst færri og hevur eisini fult stigatal.
Støðan:
1. Italia 9
2. Sveis 6
3. Norðurírland 1
4. Bulgaria 1
5. Litava 0
Bólkur D:
Heimsmeistararnir úr Fraklandi eru ikki sannførandi, men teir hava kós móti HM-endaspælinum við 1-0 sigri á Bosnia Hersigovina í gjár. Antoine Griezmann skoraði einasta málið í dystinum. Ukreina og Kasakhstan deildu stigini í 1-1 javnleiki.
Støðan:
1. Frakland 7
2. Ukreina 3
3. Finnland 2
4. Bosnia Hersigovina 1
5. Kasakhstan 1
Bólkur F:
Danmark sær ræðandi sterkt út í løtuni. Í gjár vann Danmark heili 4-0 á Eysturríki í Vien. Tað er einki minni enn ein maktframvísing. Andreas Skov Olsen úr ítalska Bologna skoraði tvær ferðir í greiða sigrinum. Moldova var eitt skifti á odda móti Ísrael, men endaði við at tapa 4-1. Føroyar taptu 4-0 móti Skotlandi á Hampton Park.
Støðan:
1. Danmark 9
2. Skotland 5
3. Ísrael 4
4. Eysturríki 4
5. Føroyar 1
6. Moldova 1
Bólkur I:
Ongland vann 2-1 á Póllandi. Harry Kane legði Ongland á odda við brotssparki, sum er ilt at fáa eyga á. Pólland javnaði, áðrenn Harry Maguire skoraði sigursmálið. Ungarn og Albania vunnu favorittsigrar á útivølli móti Andorra og San Marino á ávikavist 4-1 og 2-0.
Støðan:
1. Ongland 9
2. Ungarn 7
3. Albania 6
4. Pólland 4
5. Andorra 0
6. San Marino 0
Bólkur J:
Norðurmakedónia er fyrsta landið, sum hevur vunnið á Týsklandi í einum HM-undankappingardysti síðani 2001, tá Týsklandi tapti 5-1 móti Onglandi. Norðurmakedónia vann 2-1 í Týsklandi. Goran Pandev legði Norðurmakedónia á odda. Ilkay Gundogan javnaði fyri Týskland, men fimm minuttir fyri tíð skoraði Eljif Elmas til 2-1, sum eisini bleiv úrslitið.
Armenia gjørdi eisini bart við 3-2 sigri á heimavølli móti Rumenia. Gestirnir vóru annars á odda 2-1 líka til fimm minuttir vóru eftir. Tá skoraði Armenia tvær ferðir og vann dystin 3-2. Í triðja dystinum í bólkinum vann Íslandi sín fyrsta dyst við 4-1 sigri í Liktenstein.
Støðan:
1. Armenia 9
2. Norðurmakedónia 6
3. Týskland 6
4. Rumenia 3
5. Ísland 3
6. Liktenstein 0