Ein sensatión

Tríburarnir, sum komu í verðina á Landssjúkrahúsinum mánadagin, fingu mikudagin vitjan av umboðum fyri Tórshavnar býráð

? Hetta er jú ein lítil sensatión, má man siga, sigur borgarstjórin í Havn, Jan Christiansen, sum mikudagin var á vitjan hjá nýføddu tríburunum.
Vegna Tórshavnar býráð handaði hann foreldrunum Bjørg og Karl Eriki av Argjum ein kekk upp á 10.000 krónur.
Jan sigur, at býráðið hevði ætlanir um at keypa teimum ein serligan vogn til tríburarnar, men tað vísti seg ikki at vera so lætt at fáa fatur á einum.
? Persónligt haldi eg, at tað er serstakliga ópersónligt at geva pengar í slíkum førum, men tá ein vognur ikki var at fáa, so gjørdu vit av at geva pening, so tey sjálvi kunnu keypa eitthvørt, sum teimum manglar til tríburarnar, greiðir borgarstjórin frá.

Langt ímillum
Tað er ikki á hvørjum degi, at tríburar verða føddir í Føroyum. Tí heldur Jan Christiansen so avgjørt, at hetta kann sigast at vera ein lítil sensatión.
? Eg minnist ikki sjálvur, nær seinast tríburar vórðu føddir í Havn. Altso tað vil siga búsitandi í Havn, sigur hann.
Hann nevnir onkur, sum hann minnist, fingu tríburar, men tey fluttu úr Tórshavnar kommunu stutt eftir, og tískil heldur Jan, at tað eru rættuliga, rættuliga langt síðani seinast, at tríburar vórðu føddir í Havn.
Seinast, Tórshavnar býráð heiðraði einum nýføðingi, var, tá borgari nummar 18.000 varð føddur, og samanber borgarstjórin hesa stóru hendingina við tað.
Á kekkinum, sum er undirskrivaður av borgarstjóranum og trivnaðarstjóranum, Gunnleyg Durhuus, verður ynskt foreldrunum til lukku við tríburunum og alt tað besta framyvir.