Hóast vetrarskráin hjá útvarpinum byrjar komandi mánadag, so fer nýggja leygarkvøldssendingin neyvan í luftina fyrr enn um hálvan oktobur.
Eru øgiliga spentir
Gunnar Nolsøe sigur, at ætlanin er, at sendingin bæði hvat viðvíkur inniihaldi og tónleiki skal fevna ógvuliga víða, so at øll kunnu lurta.
- Vit eru ógvuliga spentir upp á sendingina, og hetta er nakað, ið vit hava arbeitt við í langa tíð. Vit byrjaðu longu farna heyst at gera eitt útkast til, hvussu sendingin skuldi síggja út, og vit hava arbeitt víðari við hesum farna vetur og í ár, sigur hann.
Viðvíkandi innihaldinum í sjálvari sendingini sigur Gunnar Nolsøe, at tað fara at verða bæði nakrir fastir tættir hvørt kvøld og so nakrir tættir, ið eru á skránni umleið einaferð um mánaðin.
- Hvørt kvøld fara vit til dømis at hava eina lýsing av einum starvi og eina reportasju, meðan vit einaferð um mánaðin til dømis fara at hava ein entertainara og ein kokk. Somuleiðis fara vit at hava fýra temaleygarkvøld, har vit fara at varpa ljós á eitt ártíggjund. Vit fara at gera hvør sína sending um sekstiárini, sjeytiárini, áttatiárini og nítiárini, sigur Gunnar Nolsøe.
Nýggja sendingin hjá klaksvíkingunum báðum verður gjørd í Studio Pegasus, og sent verður beinleiðis. Sjálvsagt verða innsløg, sum eru bandaði, men sendingin sjálv er beinleiðis allar teir slaku tríggjar tímarnar, ið hon er í luftini.