Ein seinkað heilsan

Pápi áttati!

 

Lag: Kristina fyri handan á


Á ungum árum ferðaglaður

til Havnar skuldi hann avstað.

Hann fattur sum ein vaksin maður

til gongu fram við vatnalag.

Við Vesturleið um fjørðin

og kósin so varð sett.

tá kendist bringan løgin

tá Vágoyggin varð slept.


Og Havnin bleiv so næsti staður

sum leikpallur á tíni leið.

Sum prentari og sølumaður

úr oyggj í oyggj tú fótin steig.

Í leiki fólk teg kendi

í FølvablaðIð við,

og jólamaður sendi

har heilsu út á Lið.


Tú altíð minnist barnadagar

Og øll tú átti har so kær.

Við borðI mangar søgur lagar

vit lurta spent har eftir tær.

Um túrar burt í haga

og leikin fram við á,

og fiskin mundu draga

í árabáti tá.


Sum traðarmaður var tú knáur

har eplir, seyð tú baldist við.

Í grindarakstri altíð klárur

í Fliðu sótu lið um lið.

Tað eru nógvar løtur

at minnast aftur á,

ja, túr um hagagøtur

vit vóru stór og smá.


Sum pápi altíð verið góður

tú altíð hevur staðIð hjá.

Tann størsta hjálpin nú hjá móðir

tú víkir ikki henni frá.

og barnabørn tey elska

hin gamla abba sín,

og síggja vinin reysta

tey rópa abbi mín.


Tú er nú blivin fýrsinstjúgu

og líka fattur er tú enn.

Sum tá tú fór um mýrutúgvu

enn roknast kann ímillum menn.

Vit ynskja alt tað besta

at eydnan verður sæl,

og heilsuna so treysta

tey ár tú liva skal.


Hjartaliga tillukku

og gleðilig jól



Mourits