Ein seinasta heilsan til mín góða abba, Sólvit Simonsen

Tað er svárt at sita her við telduskíggjan og skriva minningarorð um teg abbin. Eg hevði væntað, at tú fór at verða her ímillum okkum í nøkur ár afturat, men soleiðis vildi Várharra tað ikki! Eg skilji ikki, hví tær ikki untist nøkur ár afturat, men sum tú ofta segði við meg, so skal okkurt standa ósvarað til seinni.
Sum tú veit abbin, so havi eg ofta sagt tær og ommu, hvussu takksom eg eri yvir, at tit tóku meg til tykkara, sum tykkara egna barn. Eg slapp at vaksa og búnast undir tykkara fjálgu veingjum, og altíð tá onkur spurdi teg, hvør eg var, so segði tú, at tú var abbi mín, men legði altíð afturat, at tú føldi teg meira sum pápa mín, tí eg var uppvaksin hjá tykkum, og tað fekk meg at føla at eg var heil! Takk abbin!
Ætlanin við hesari seinastu heilsan til tín, abbin, er ikki at gera hana syrgiliga, heldur vil eg taka nøkur av mínum góðu minnum fram, tí tey eru minnir, ið vit bæði gleddust um!
Túrarnir saman við tær í bussinum standa fastir í minninum – mátin tú floytaði gjøgnum bygdina, so børnini hoyrdu, at skúlabussurin kom, og tá tú saknaði okkurt barn, so koyrdi tú ein túr aftur gjøgnum bygdina, tí kanska onkur var ov seinur til bussin. Hetta minnast óivað nógv av skúlabørnunum eisini!
Túrarnir norður til Skopunar eftir agni vóru eisini stuttligir. Vit fóru á flakavirkið í Skopun eftir agni, og tú prátaði altíð við nógvar menn í Skopun, minnist eg, og tit flentu nógv, meðan til prátaðu.
Túrarnir í skrellibilinum vóru eisini nógvir; tá var tað ikki so lætt at verða skrellimaður, sum tað er nú, posarnir vóru úr pappírstilfar, og tá vátt var í veðrinum, tá skrædnaðu teir, og skrellið bleiv ikki flokkað, sum vit gera í dag, men hóast ringar umstøður, so fór tú altíð glaður til verka, og herfyri tosaði tú um, hvussu glaður tú var, at skrellimennirnir høvdu fingið so nógv betri arbeiðsumstøður.
Mær dámdi eisini serliga væl at sleppa til Skúvoyar við tær og Beggu-Jógvan, og eg minnist serliga ein túr, har eg slapp at stýra. Eg slapp at stýra næstan allan vegin, og eg var glað – hetta var jú stórt í mínari barnaverð. Og tá veðrið var gott, tá plagdi tú at sigla tætt við Skúvoyalandi, og tú vísti mær fuglalívið og segði mær frá fuglum í bjørgunum har.
Abbin, drekkamunnarnar sunnumorgnar, teir sita rimmarfastir í minninum. Tá klokkan var 10, tá hoyrdi eg teg koma upp trappurnar, og tað klirraði, hurðin fór upp, og tú segði góðan morgun góða og gav mær morgundrekka á songina. Omman bakaði altíð kaku leygardagar, og eg elskaði morgundrekka við kaku á songina sunnumorgun, síðan fór tú inn til ommuna, og gav henni drekkamunn á songina eisini, sunnudagsdøgurðan hevði tú sett í ovnin áðrenn, og síðan fór tú morguntúr. Síðan fóru vit í kirkju. Eg elski at hugsa aftur til teir góðu sunnudagar!
Tú var deknur í Sands Kirkju í nógv ár, mær dámdi so væl at hoyra teg lesa, tá tú var deknur, tí tú gjørdi dagsins lestur so livandi, mátin tú las uppá var serligur á góðum sandsmálið, og tín songrødd var so fjálg og samstundis so sterk – haldi tú dugdi allar sálmarnar í sálmabókini, meira ella minni uttanat!
Brúdleypsdagurin hjá okkum var ein serligur dagur, tí tá leiddi tú meg inn til mín mann, og tú segði, at tú bert eina ferð hevði leitt brúður inn eftir kirkjugólvinum áður, og tað var omman, og tú segði, at tað var tær ein gleði at sleppa at leiða meg sum brúður inn eftir kirkjugólvinum, tað var ein serlig løta fyri okkum bæði. Gott minni at eiga.
Eg kundi hildið fram við at skriva um tey góðu minnir frá mínum lívi saman við tær, men tey eru so nógv, at ikki ber til at taka øll fram her.
Eg sakni teg abbin, men sum dóttir mín so væl segði tað, so hevði tú brúk fyri at sleppa til Jesuspápan. Hóast tómrúmið er stórt, so fylla øll tey góðu minnini nógv, og tey hjálpa mær víðari, hóast longsulin eftir tær er so stórur. Tú fylti nógv, tú hevði eitt lætt lyndi, eitt smíl, ið altíð var at síggja, og tín rødd, ið altíð var glað. Tú var ein støðufastur maður við einari meining, stóð rimmarfastur í trúnni, tú sá altíð møguleikar fram um forðingar, jaligur, tú var góður við tíni kæru, góður við Sandsbygd og eisini Sandoynna.



Tú segði at vit skuldu ikki gráta um teg, vit skuldu verða glað og smílast og minnast alt tað góða.


Eg veit at tú ynskir at eg skal taka sorgina á skilagóðan hátt, og tað royni eg, hóast tað er svárt, men eg má læra meg at liva við sorgini, og gleðast yvir tíðina vit fingu og øll tey góðu minnini!

Takk fyri tíðina abbin! Eg ivist onga løtu í at vit síggjast aftur í himlinum tá tíðin er búgvin.

Hvíl í friði
----
Beinta