Trúfastur altíð var maður, vildi ei bróta sítt orð.
Hesi orðini vórðu tey fyrstu, mær komu til hugs, tá Elspa dóttir Jóhan Petur ringdi, við deyðsboðunum av pápanum.
Tað kom ikki heilt óvart, at lívstráðurin nú varð kvettur. Vitjaði Jóhan Petur fyri knøppum mánað síðani á Ellis- og Røktarheiminum í Runavík, har hann tá hevði ligið nakrar vikur. Legði til merkis, at hann var nógv viknaður og likamið bar brá av, at heystardagurin nærkaðist. Vit høvdu eina hugnaliga løtu løtu saman, har tosað varð bæði í gaman og álvara. Eg fór útaftur við tí kenslu, at síggjast vit ikki aftur her, so verður tað hinumegin deyða og grøv á einum betri stað, har kongur konganna er farin heim undan okkum, fyri at gera bústaðin tilreiðar.
Tað var ein vøkur og virðilig tala, Martin Restorff Jacobsen prestur helt í Norðskála kirkju við jarðarferðina hjá Jóhan Peturi. Hann læs frá Sálma 23,2 og 1 Kor. 13, Lovsongur kærleikans, og vísti seinri til orð Paulusar um, at sælari er at geva enn at taka.
Jóhan Petur var elstur av trimum systkjum, og yrkisleið hansara bleiv ikki á sjónum, sum annars var vanligt fyri flestu dreingir tá á døgum. Faðirin hevði stórt reiðara- og handilsvirksemi, posturin var í húsinum og postbáturin vitjaði regluliga, so lívligt var í nærumhvørvinum. Ein av uppgávunum, Jóhan Petur røkti á yngri árum, var at bera postin til Funningsfjarðar. Mangan man túrurin hava verið tungur og møtismikil, tá gangast skuldi upp um fjøll í kava og hálku á vetrartíð.
Hann fór á preliminer – og Handilskúla í Havn, har hann bleiv tætt knýttur at Losjuni og KFUM. Jóhan Petur var avhaldsmaður og hevði sínar avgjørdu meiningar um fráhaldsvirksemi og rúsdrekkaspurningar, tá hesir komu til umrøðu á floksfundum eins væl og aðrastaðni.
Jóhan Petur giftist við Herborg í januar 56 og fingu tey trý børn saman Elspa, Aksel og Birtha. Tey vóru fyri tí vanlagnu, at sonurin Aksel doyði av herviligari sjúku fyri 6 árum síðani, hesin missur hevur nívt tungan.
Jóhan Petur hevði mong álitisstørv. Umframt nevndu var hann kommunuskrivari í nærum 50 ár, stjóri á flakavirki, deknur, arbeiddi í Sparikassanum fyri at nevna nøkur. Hann hevði stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum bæði kommunalt og landsfevnandi og hann var virkin limur í Eysturoyar Sjálvstýrisfelag og Landsfelag Sjálvstýrisfloksins frá stovnan. Sum prestur so væl segði tað: “ Jóhan Petur sá avbjóðingarnar heldur enn forðingarnar”. Júst soleiðis kendu vit hann, og trúliga møtti hann upp til allar fundir, ið fyriskipaðir vórðu, ofta saman við Hanusi bróðrinum. Barst honum frá, so ringdi hann oftast og segði frá orsøkini, hví hann ikki kundi møta. Regluliga tosaðu vit saman í telefon um ymisk mál, ið myndaðu politiska gerandisdagin, og hann royndist hollur í ráðum.
Sum dømi um úthaldni og trúfesti kann nevnast, at tá aðalfundur Sjálvstýrisfloksins varð hildin fyri fýra árum síðani, og hann enn einaferð varð valdur til kassameistara, tók Jóhan Petur orðið og segði. “Eg ætli mær at sita hetta árið afturat sum kassameistari so er liðugt, tí eg ætli mær at gevast, tá eg verði 80”, og soleiðis bleiv. Hjartans tøkk fyri langa og trúgva tænastu, vit vilja altíð minnast teg við takksemi og virðing.
Hesi seinastu trý árini hevur landbúnaður, seyður, abbabørn og familjan annars fylt nógv.
Nú er fjørðurin rógvin, og Jóhan Petur Petersen hevur lagt árarnar inn fyri seinastu ferð mettur av døgum 83 ára gamal. Hvíl í friði.
Harrin styrki øll ið varða av og eftir sita við sorgini og sakninum.
Kári P. Højgaard