Skúlanæmingar í Longyearbýnum á Svalbard gera eisini burturúr veðurlagsverkfallinum og millum skeltini, sum næmingarnir bera, fella onkur meira í eyguni enn onnur. Á viðheftu mynd, sum Svalbardposturin eigur og prentar, er eitt skelti við einari ísbjørn í sólbrillum. Teksturin er: "It's getting hot in here..."
Tey ungu, fólkaskúlanæmingar og studentar, sum tóku stig til hetta tiltak fyrrapartin í gjár, fríggjadagin, eru greið í sínari talu og siga, at nú má okkurt henda. Svalbardposturin veit at siga, at dagsins veðurlagsverkfall verður hildið á 3000 ymiskum støðum í heiminum, harav tiltakið í Longyearbýnum er hitt norðasta á jarðarknøttinum.
Í Arktis merkjast veðurlagsbroytingarnar meira enn aðra staðir. Ísbrýr smelta, og veðurlagið verður bæði heitari og soleiðis eisini vátari. - Vit gera hetta, tí vit halda, at tað fer at gera mun, sigur ein av næmingunum í veðurlagsverkfallinum, Sunna Aamot Pedersen.
Tað var Katharina Stolla, sum eru úr Hamburg í Týsklandi og lesur jarðalisfrøði, sum tók stig til veðurlagstiltakið í Longyearbýnum. - Eg visti, at ungdómurin fór at taka undir við hesum, tá hetta er eitt globalt veðurlagsverkfall. Eg eri ógvuliga fegin um at síggja so mong taka lut, sigur Katharina Stolla við Svalbardpostin.
Rebekka Kreikenbom, sum lesur jarðfrøði, bar skeltið við áskriftini: "Rise for Ice", og sigur, at hon ynskir at minna politikarar kring allan heim á, at neyðugt er at seta tiltøk í verk. Tí hevur hon á henda hátt valt at taka eitt tak fyri umhvørvinum.