Ein sangur um kærleika

Í morgun bleiv kunngjørt, at tá danska undankappingin til Melodi Grand Prix verður í vár, so verður tað við føroyskari luttøku. Tær tríggjar systrarnar Laila Carlsen, Vanja Carlsen og Barbara Chaparro, ið vanliga framføra undir navninum Carlsen-systrarnar, ið verða millum teir tíggju luttakararnar í danska Melodi Grand Prix.


Tær tríggjar skulu syngja sangin Standing up for Love, ið sangskrivararnir Thomas Thörnholm og Michael Clauss hava skrivað til systrarnar.


- Eg haldi hann er mega góður. Melodiurin, haldi eg, eri fangandi. Hann er ein glaður sangur, ein sangur sum handlar um kærleika og hetta at standa upp fyri hvønn annan, sigur Laila Carlsen um sangin.


Hoyr alla samrøðuna við tær tríggjar, ið var á Rás 2 fyrr í dag, við at trýsta á pílin á myndini.