Ein samgongu við Javnaðarflokkin og Tjóðveldi er møgulig

Formaðurin í Framsókn staðfestir, at tað er ikki altíð lætt at hoyrast aftur í øllum meldrinum

Veljarakanning: Formaðurin í Framsókn, Poul Michelsen afturvísur ikki einari samgongu millum Framsókn, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, sum sambært veljarakanningini fáa meirilutan í løgtinginum.

 

Poul Michelsen er ikki heilt nøgdur við at missa eitt hálvt prosentstig, men hann staðfestir, at tað er ikki lætt at hoyrast aftur í øllum meldrinum, sum er um ymisk stórmál í hesum døgum.

 

Undir myndini ber til at hoyra eina ljóðsamrøðu við Poul Michelsen um veljarakanningina.