Ein samgonga á vegamóti

    

Stríðsfúsir samgongumenn: Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin kenna í dag eingi mørk. Løgtingi fær ikki longur boðskapin um málsviðgerðirnar fyrst. Landsstýrismenn leka tíðindi. Arbeiðshátturin skapar vanvirðing fyri politiska arbeiðinum, og skaðar arbeiði hjá journalistum í stóran mun, og teir smærru flokkarnir hava ikki orku at fylgja við, og fáa tí ikki eitt bein til jørðina. Hetta hevur einki sum helst við demokrati at gera, men hendan gongdin kann vissuliga ikki halda fram.
Summir av tjóveldis- og fólkafloksmonnunum eru so bergtiknir av fjømiðlunum, at teir føla seg sum kongar, og servera dagsins rætt í fjømidlunum annan ella triðja hvønn dag.

Fjølmiðlafólk kúgað og trælkað
Teir yvirtóku landsins stýri við eini ótrúligari idealismu fyri skjótt seks árum síðani og ruddaðu alt framman fyri sær við einari styrki, sum ikki var sædd aður, og teir samtyktu at halda fram í landsstýrinum á sama hátt, sum teir høvdu gjørt í andstøðu. Við somu atferð. Hetta er orsøkin til, at teir leka øll tíðindi. Løgtingi fær ikki longur boðskapin um málsviðgerðirnar fyrst. Landsstýrismenn leka til góðu vinir sínar í fjølmiðlaheiminum. Eingin virðing er fyri løgtinginum longur. Hesin arbeiðsháttur skapar vanvirðing fyri politiska arbeiðinum og skaðar arbeiði hjá journalistum í stóran mun. Fjølmiðlafólk hava verði noydd at funnið seg í at verða hongd út, kúgað og trælkað. Boðini eru greið: skrivar tú, sum vit vilja hava, so fært tú nakað. Um ikki, so er tín karriera í vanda.
Á sama hátt tykjast eisini mørkini hjá tænastumonn-um landsins at verða tamb-að. Fyrr høvdu teir "stórar" avmarkaðar. Teir skuldu verða tignarligir, og røkja tænastuna uttan politiskar lótir. Teir skuldu tæna landsstýrinum ? ikki einum politiskum flokki. Teir skulu verða til reiðar at tæna einum og hvørjum landsstýri, sum kom til aftaná eitt val, og teir skulu ansa væl eftir ikki at brúka skattaborgarans pening til flokspolitiskt endamál. Til ber bert at brúka skattaborgarans pening til at greiða frá, hvat endamál er við landsstýrisins politikki. Ikki at greiða frá hvussu ótrúliga góð ein landsstýrissamgonga er. Tað átti ikki at verði trupult at skilt.

Illa dálkaður grundvøllur
Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin hava á hendan hátt áhaldandi vanvirt løgtingi, teir hava villleitt, og á ein ósakligan hátt eisini fjølmiðlarnir frá einari landsstýrisómsemju til aðra. Ein illa dálkaður grundvøllur er úrslitið.
Hetta er orsøkin til, at trúvirði er fokið á sitandi landsstýrissamgongu. Eftir seks árum er tað fáa fólk, sum trúgva einum einasta orði av tí, sum tjóveldis- og fólkaflokkurin borðreiða við. Teir hava lítið og einki trúvirði. Fólk hava fatan av, at teir handfara øll mál fyri egnan vinning.
Vit mugu ongantíð koma í tað grøvina, at vit fremja politiskt arbeiði, tí at tað kann selja. Vit arbeiða fyri politiskum sjónarmiðum, tí vit trúgva uppá tey. Ávísir politiskir flokkar eru meira upptiknir av, hvussu úrsliti verður, enn sjálvt innihaldið. Vit hava í Føroyum í dag eitt politisk tómrúm.

Meiningsleysar og illavorðnar ósemjur
Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin hava feiað sítt politiska hugsjónarstøði inn undir gólvteppið. Tær trongdu møguliga til endurnýggingar, men tær vóru hóast alt eitt politiskt hugsjónarstøði ? ein trúgv, ein sannføring.
Sum støðan er í løtuni so trúgva Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin bert uppá sjúkliga handfaring av politiskum málum. Hetta hevur einki sum helst við demokrati at gera. Tað einasta, sum yvirhøvur minnir um demokrati, er, at val er av og á, og helst skal talan verða um afturval. Somu hugsan hevði Hitler eisini.
Vit hava ótallig dømir um politiskar ósemjur millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin, sum eftir mínum tykki hava verði meiningsleysar og illavornar, og sum bert hava tænt einum einasta endamáli, og tað var at varpa ljós á Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin sum politiskir garpar, og á tann hátt forfjóna hinar samgonguflokkarnir.

Ósemjurnar, illstøðurnar, rópini
Aftaná allar ósemjurnar, aftaná allar illstøðurnar, aftaná øll rópini er lítið sannlíkt, at nakað sum helst skilagott fæst burturúr, og sum vanligur borgari í hesum landið ber illa til at koma við góðum ráðum, tí tey verða bert vend ímóti einum sjálvum, men hendan gongdin kann vissuliga ikki halda fram.
Hinir samgongu-flokkarnir standa sum oftast á síðulinjuna og eygleiða, men hvussu leingi Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin finna seg í hesum leiklutinum, er ilt at meta um, men sum gongdin er í løtuni, so ber til at siga; at samgongan er á einum vegamóti.