Í sínum grundgevingum fyri at velja Articon til Ársins Virki 2018, sigur ein samd dómsnevnd, at Articon - hóast fyritøkan enn ikki hevur rokkið 20 ára aldur - hevur prógvað, at fyritøkan er før fyri at tillaga virksemið, tá ordrabókin minkar, og at fyritøkan eisini hevur nóg breiðar herðar til at stýra skynsamt, tá tíðirnar eru góðar.
- Articon hevur frá byrjan lagt dent á dygga verkætlanarstýring út frá teirri sannføring, at tíðin, sum verður brúkt til at planleggja og fyrireika, verður vunnin fleirfaldað aftur í síðsta enda. Stóri denturin á projektleiðslu hevur eisini havt við sær, at fyritøkan ber orð fyri at levera til tíðina, at stýra kostnaðinum og at góðskan er í lagi.
Dómsnevndin vísir á, at Ársins Virki 2018 seinnu árini hevur gjørt íløgur í tíðarhóskandi og framkomna útgerð. Men fyritøkan hevur eisini veruliga megnað at sett og fasthildið dugnaligum starvsfólkum við røttu førleikunum, sum hava fingið heildina at virka sum eina væl smurda maskinu. Nógvir lærlingar hava gjøgnum tíðina fingið sína útbúgving í fyritøkuni, og hetta hevur eisini verið við til at tryggja tilgongdina av starvsfólki.
- Síðani William Heinesen fyri næstan sjeyti árum síðani skrivaði, at Føroyar í mun til stórhavið vóru sum eitt sandkorn í einari veitsluhøll, er hendan myndin av Føroyum brúkt í nógvum samanberingum. Orsøkin er helst tann, at tað ofta kann tykjast so, at tað mesta, sum Føroyar og føroyingar fáast við, er sum eitt sandkorn ímóti størri gróti ella enntá klettum.
Dómsnevndin sigur, at tað tó eru nøkur av hesum sandkornum í føroyskum vinnulívi, sum við tíðini vilja og megna at veksa til eitt størri sandkorn, ella enntá til eitt lítið malagrót. Ársins Virki 2018 hevur síðan stovnanina í 2001 ment seg til at vera størsta fyritøka í síni vinnugrein.
- Ársins virki smæðist ikki við at átaka sær alsamt størri uppgávur og hevur prógvað, at fyritøkan eisini megnar at lyfta tær, sigur dómsnevndin m.a. í grundgevingunum fyri enn einaferð - og 10 ár seinni - aftur at velja Articon til Ársins Virki 2018.









