Ein søguligur fundur

Tað var ein søgulig hending, tá norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-Il, tók ímóti suðurkoreanska forsetanum, Roh Moo-hyun, í morgun

Fleiri túsund fólk vóru komin saman í norðyrkoreanska høvuðsstaðnum Pyongyang at taka ímóti suðurkoreanska forsetanum.

 

-Okkara pínufulla søga hevur mint okkum á, hvussu týðandi friður er. Tíðin er komin, til at Suður og Norður taka í hondina á hvør øðrum og fara undir eina nýggja friðarsøgu, segði Roh Moo-hyun, tá hann kom til Pyongyang.

 

Stutt frammanundan var hann farin norður um markið millum tey bæði londini. Hann gekk um markið, og hetta var fyrstu ferð, at ein suðurkoreanskur leiðari hevur gingið tvørtur um markið. Á markinum er ein gul strika, og tá Roh og kona hansara, Kwon Yang-sook, stigu yvir um strikuna, tóku norðurkoreanskir embætismenn ímóti teimum. Saman við embætismonnunum vóru norðurkoreanskar kvinnur í tjóðarbúna.

 

-Eg vóni, at fleiri fara at ganga tvørtur um markið sum eg. Hendan strikan verður turkað burtur, og múrurin fer at fella, segði suðurkoreanski forsetin, tá hann var komin norðurum.

 

Vitjanin hjá suðurkoreanska forsetanum í Pyongyang varir til hósdagin, og hesar dagarnar skulu hann og embætismenn hansara tosa við teir norðurkoreonsku leiðararnar um búskaparligt samstarv tvørtur um markið. Hetta er aðru ferð, at ein suðurkoreanskur forseti vitjar Norðurkorea. Fyrru ferð var í 2000.