Ein søga um tuberklar

»Gutthús« eitur skaldsøga eftir Oluf Djurhuus, sum er komin út.

Søgan fer fram í tíðarskeiðnum síðst í 19. øld og nakað langt fram í 20. øld. Evnið er tuberklarnir, sum rættiliga gera um seg hesa tíðina. At skaldsøgan fekk heitið Gutthús, komst av tí, at hetta húsið í veruleikanum varð so ómetaliga hart rakt, greiðir Oluf Djurhuus frá.
Hann hevur sjálvur ættarbond úr hesum húsi í móðurætt, men hann sigur kortini talan vera um eina skaldsøgu, ið viðger hendingar í hesum tíðarskeiði, sum serliga eldri komast við. Uttan iva eru eisini mong av teimum ungu áhugað í at vita, hvussu undanfarin ættarlið baldust.
Oluf minnist hesa tíðina sum trupla. Men ikki minni gleðilig kendist tann tíðin, tá læknarnir fingu tamarhald á sjúkuni við heilivági og skurðviðgerð.
Oluf Djurhuus hevur áður skrivað fleiri bøkur, m.a. tvær skaldsøgur í 1999 og 2000 nevndar »Vónbrot« og »Tey, ið undan fóru«. Hann hevur eisini skrivað fleiri minningarrit, eitt nú um Skála handverkarafelag, Skála arbeiðsmannafelag.