Greinin umrøður ein stuttan tátt, sum varð sendur í ÚF á midnátt leygarkvøldið 28. oktober.
Innihaldið í hesum tátti metti Jóannes Eidesgaard, formaðurin í Javnaðarflokkinum, løgtingsmaður og fólkatingsmaður, vera ærumeiðandi móti sær. Hann kravdi tí eina umbering frá ÚF, annars fór hann at stevna útvarpsstjóranum fyri ærumeiðing.
Eftir at hava kannað innihaldið í hesum tátti, varð lætt at staðfesta, at tað lá uttanfyri tær reglur, sum galda fyri programmvirksemið hjá ÚF. Tí var heldur ikki torført at siga Jóannes Eidesgaard frá hesum, og geva honum ta umbering, sum hann kravdi. Samstundis varð avtalað, at málið varð avgreitt, tá ÚF hevði sagt frá hesum í tíðindasendingini mánakvøldið. Jóannes Eidesgaard kravdi, at hetta varð kunngjørd í eini tíðindasending, hóast vanlig mannagongd hevði verið, at hetta varð sagt á sama staði, tvs. í sambandi við táttin á midnátt leygarkvøld.
Mikudagin tekur Sosialurin málið upp, og prinsipielt havi eg eitt sindur ilt við at skilja, at tann ærumeiddi í hesum føri ? eftir at málið er avgjørt við semju - medvirkar í at fáa enn meira umrøðu av ærumeiðingini, m.a. við at lata blaðnum skjølini í málinum.
Tað er nú ikki tí, at eg kenni meg noyddan til at skriva hesar reglur. Í greinini í Sosialinum verður ein navngivin persónur lagdur undir at hava staðið fyri hesum tátti. Tað er ikki rætt. Viðkomandi legði rødd til at lesa tekstin, og annan lut átti hann ikki í hesum tátti. Nú stendur Sosialurin helst fyri tørni at geva eina umbering.
Lat meg so eisini brúka hetta høvi til at minna á, at ábyrgdarlóggávan á økinum liggur í órøkt. Í 1992 spurdi løgmálaráðið heimastýrið, um tað vildi hava donsku fjølmiðlaábyrgdarlógina setta í gildi í Føroyum. Í 1997 svaraði landsstýrið, at tað vildi heimastýrið, men nakrar broytingar skuldu gerast í lógini. Millum annað skuldi staturin rinda fyri eina føroyska siðanevnd fjølmiðlanna, og nevndin skuldi skipast og mannast øðrvísi, enn ásett er í donsku lógini. Tað kundi løgmálaráðið ikki ganga við til.
Í ár samtykti løgtingið so at taka aftur tilmælið um at seta donsku lógina í verk. Føroyar skulu gera sína egnu lóg um ábyrgdina hjá fjølmiðlunum. Men trupulleikin er, at heimastýrið hevur ikki yvirtikið málsøkið fjølmiðlaábyrgd sum sermál. Tað helt landsstýrið fyrr í ár ikki vera neyðugt, tí ríkisrættarliga støðan hjá Føroyum varð greidd síðst í árinum. Men tað verður hon sum kunnugt ikki.
Ein ábyrgdarlóg er ein fyritreyt undir føroysku kringvarpslógini, sum varð sett í gildi í 1998. Sjálvur haldi eg, at tað er frægari at brúkt eina danska lóg fyribils, heldur enn at ongar skipaðar reglur eru um ábyrgd fjølmiðlanna. Mær kunnugt víkir danska fjølmiðlaábyrgdaskipanin ikki grundleggjandi frá skipanunum í hinum norðurlondunum.
Útvarp Føroya
Jógvan Jespersen