Ein søga um eitt heimskort

Tá Frímann Símunarson á Brúnni var vikarur á Slættanesi, bílegði hann í 1962 eitt heimskort til skúlan. Men heimskortið kom ongantíð til bygdina. Hetta er søgan um, hví heimskortið ongantíð kom til Slættanesar. Søgan um, tá skúlin á Slættanesi varð niðurlagdur, og seinasta húskið flutti av bygdini, er samstundis søgan um eitt heimskort, sum í dag hongur uppi í Vestmanna.

Frímann Símunarson á Brúnni var vikarur á Slættanesi, tá hann í 1962 bílegði eitt heimskort til skúlan í bygdini. Kortið varð bílagt úr útlandinum, og tað tók sína rúmu tíð at fáa tað heim til Føroya. Tá kortið endiliga kom higar til lands ? eini tvey ár seinni ? var skúlin í bygdini niðurlagdur, og seinasta húskið flutti av Slættanesi.

Heimskortið skuldi koma heim til Føroya við Skipafelagnum, og tað var umboðið hjá felagnum í Vestmanna, Niels Winther Olsen, sum skuldi syrgja fyri, at kortið eisini kom út til Slættanesar. Men hetta varð av ongum, og kortið var tískil verandi í avgreiðsluni hjá Skipafelagnum í Vestmanna.

Og í Vestmanna er heimskortið enn tann dag í dag.

Trý ættarlið í Vestmanna vóru í tíðarskeiðnum frá 1919 til ár 2000 umboð fyri Skipafelag Føroya og høvdu soleiðis avgreiðsluna hjá felagnum um hendi.

Fyrstur var John Olsen, sum røkti hesa uppgávu árini 1919-1950. Síðan tók sonur hansara, Niels Winther Olsen, við og umboðaði felagið árini 1950-1987, tá Heðin Winther Olsen í triðja ættarliði tók við avgreiðsluni.

Heðin, sum er sonur Niels W. Olsen, sigur, at hann var avgreiðslumaður fram til ár 2000, tá avgreiðslan hjá Skipafelag Føroya í Vestmanna varð niðurløgd.

Áður umrødda heimskort, sum varð bílagt til Slættanesar, endaði á avgreiðsluni hjá Skipafelag Føroya í Vestmanna, og tá Heðin W. Olsen fór av skrivstovuni, helt hann tað vera synd at koyra kortið burtur.

Hann tók heimskortið við sær, og í síðstu viku avmyndaði Portalurin kortið við hesi serstøku søgu heima hjá Heðini W. Olsen.

Heimskortið, sum Birgir W. Høgnesen avmyndaði í Vestmanna, er 2x1,25 metrar til støddar.