Ein søga, ið er verd at siga frá

Tíðindakvinnan Tórun Ellingsgaard hevur skrivað bókina um Janu, sum kom út í gjár, hon heldur at tað hevur verið bæði spennandi og lærurík at skriva bókina


Tórun Ellingsgaard hevur arbeitt við bókini um Janu síðan januar mánað í ár.
- Tað hevur verið sera spennandi og læruríkt at skriva hesa bókina, samstundis við at tað hevur verið strævið at skula kanna so nógv tilfar og gera so nógvar samrøður, sigur Tórun Ellingsgaard.
Hon heldur, tað var áhugavert at fáa innlit í, hvussu foreldrini tóku sær av Janu, eftir at tey høvdu funnið útav, at tey høvdu eitt fjølbrekað barn. Samstundis heldur hon, tað vera spennandi at fáa innlit í arbeiðið hjá Javna, har 70 fólk stovnaðu eitt felag, fyri í felag at kunna gera mun.
- Tað hevur verið serliga spennandi at fáa innlit í stríðið, ið skuldi til fyri at skapa menningartarnaðum livilig kor í Føroyum.
 
Kannaði evnið væl
Tað var beiggi Janu, Óli Samró, sum síðsta vár ringdi til Tórun. Óli greiddi henni frá, at hann átti eina systur, sum var menningartarnað. Hann hevði leingi hugsað um, at onkur átti at fortalt søguna hjá henni, og um tað stríðið, sum foreldrini upplivdu, fyri at hon kundi vera búgvandi í Føroyum.
- Mín fyrsti tanki, tá Óli ringdi til mín, og spurdi um eg vildi skriva ein bók um systir sína, var, at fólk oftast halda sína søgu vera spennandi. Tað er tó ikki víst, at søgan er spennandi fyri onnur at lesa.
Tá tað var ein úr familjuni, sum vendi sær til hennara, tók Tórun eitt víst fyrivarni. Hon setti seg væl inn í evnið og sá, at tað var ein søga, sum hon helt, var verd at siga frá.
- Man kann siga, at eg vildi ikki leggja navn til at skriva eina reypisøgu. Eg vildi vera vís í, at tað, sum kom burturúr var eitt ordiligt journalistiskt produkt. Tí setti eg meg inn í, um tað var grundarlag fyri tí, áðrenn eg játtaði at skriva bókina, greiðir Tórun Ellingsgaard frá.
 
Ríkandi
Tórun hugsaði leingi um søguna. Tá hon var í Føroyum síðsta summar møtti hon Óla og foreldrunum, og um heystið gav hon teimum svar, at hon vildi skriva bókina.
Í januar byrjaði Tórun at arbeiða við bókini, og hon hevur sjálv fingið nógv burturúr arbeiðinum.
- Eg haldi, at tað er ríkandi fyri eina stund at síggja samfelagið ígjøgnum eyguni á nøkrum fólkum, sum hava so nógv øðrvísi umstøður og avbjóðingar enn ein sjálvur hevur. Tað setir nøkur ting í perspektiv. Man sær, at tað dagliga grenjið er petitessur í mun til tað, sum nógv onnur hava at stríðast við. Tað haldi eg er gott at vera mintur á.
Í sínum arbeiði vil Tórun Ellingsgaard fegin kasta ljós á evni, sum hon heldur hava týdning.
- Eg haldi at henda søgan hevur týdning, og eg vóni at hon eisini fer at hava týdning fyri lesaran, og at tað eisini kann vera ríkandi at lesa bókina, á sama hátt sum tað hevur verið ríkandi hjá mær at arbeiða við henni.