Ein øðrvísi skúladagur í Árnafirði

Hóast teir bert eru tríggir dreingir í Arnafjarðar skúla, dáma teimum væl at ganga her.
Jógvan, Poul og Leivur trívast saman, - serliga tá forvitnislig vitjan er á skránni.

Klokkan er farin væl av 10 og uttanfyri skúlan síggjast tríggir dreingir Jógvan, Poul og Leivur. Teir spæla bólt.<?xml:namespace prefix = o ns = ""urn:schemas-microsoft-com:office:office"" /><o:p></o:p>



Her er ikki talan um fríkorter, men støðan er tann at teir bíða eftir lærara teirra, Charlottu, sum er ávegis úr Klaksvík.<o:p></o:p>



Hvat skal ein gera, tá lærarin ikki er komin enn. Her er ikki nógv til at taka sum so, men ein fótbóltur er gott ítriv meðan bíðað verður eftir læraranum.<o:p></o:p>



At tað ísur í skor og vindur í bergi, sær ikki út til at nerva hesar tríggjar dreingirnar nakað. Hava teir ein fótbólt millum sín, kann tíð bara vera tíð.<o:p></o:p>



Klokkan gongur eina løtu aftrat, og nú sæst umsíðir bilurin hjá læraranum. Hon var eitt sindur seinkað í dag, tí hon skuldi líka eitt ørindi á bókasavnið í Klaksvík.<o:p></o:p>



Hon gongur niðan til skúlan, sum liggur ovarlaga í bygdini. Dreingirnir steðga bóltspælinum og fara innar til fyrsta tíma danskt!<o:p></o:p>



Teir hava tó ikki sitið langa løtuna, fyrrenn umboð fyri tíðindatænastuna pikka á dyrnar og spyrja um møguleikan fyri einari ella fleiri samrøðum við hesar einastu næmingarnar í Árnfjarðar skúla.<o:p></o:p>



Tað hava teir sjálvandi einki ímóti!<o:p></o:p>



 <o:p></o:p>



<font face="&quot;Book" size="3">Gomul urga nýggj telda</font>



Sum nevnt aðrastaðni á síðuni er talan um ein skúla, sum hevur meiri enn 100 ár á baki.<o:p></o:p>



At skúlin hevur so høgan aldur sær ein einki til innanveggja ella uttari í skúlagarðinum.<o:p></o:p>



Her er talan um ein nýmótans bygdarskúla, sum hevur øll tey amboðini sum krevjast fyri undirvísing av hesum trimum dreingjunum, sum ganga í 2. og 3. flokki.<o:p></o:p>



- Vit hava júst fingið eina nýggja farteldu, greiðir lærarin frá.<o:p></o:p>



Næmingunum dáma væl at spæla spøl við telduni, tá loyvi verður givið til tað.<o:p></o:p>



Annars er alt tað, sum hoyrir til ein føroyskan skúla í dag skúlaamboð av øllum sløgum, sjónvarp, telda, snikkarabonkur og eitt pumpu-urga.<o:p></o:p>



- Tíverri er eingin at treða urguna beint nú. Fyrr var ein næmingur sum dugdi at spæla, men hann er ikki í skúlanum longur.<o:p></o:p>



- Tað var so deiligt at hava tónleik afturvið sanginum, tá ein urguleikari var í skúlanum, sigur Charlotta.<o:p></o:p>



 <o:p></o:p>



<font face="&quot;Book" size="3">Ítrótt</font>



Á borðinum liggja bøkurnar í donskum tær ikki so ókendu bøkurnar um Søren og Mette.<o:p></o:p>



Børnini í Árnafirði skulu eisini læra danskt bæði væl og virðiliga, og onnur fremmand mál, sum standa fyri framman seinni í skúlalívinum.<o:p></o:p>



Av tí at teir eru so fáir í skúlanum, hava teir ítrótt saman við næmingunum í Klaksvík.<o:p></o:p>



Skipanin er hon, at skúlin í Árnafirði er partur av Ósáskúlanum í Klaksvíki. Og tað er henda skúla at teir samstarva við.<o:p></o:p>



Hvønn fríggjadag fara teir tríggir - Jógvan, Poul og Leivur - til Klaksvík har ítróttur er á skránni. Ítróttur er eitt vítt hugtak, og tað er undirvísingin eisini.<o:p></o:p>



Tá teir eru í Klaksvík kunnu teir tí bæði verða í KÍ-høllini, fimleikarhøllini ella í svimjihøllini.<o:p></o:p>



- Hetta dámar okkum sera væl, siga teir tríggir við ein munn.<o:p></o:p>



 <o:p></o:p>



Øðrvísi skúladagur<o:p></o:p>



Nú kemur tann meiri álvarsami parturin samrøðurnar til Sosialin.<o:p></o:p>



Teir tríggir hava einki ímóti hesum. Í dag verður lærarin spardur, tí nú eru tað næmingarnir sum skulu koma til orðanna.<o:p></o:p>



Meðan hetta fer fram er Charlotta farin á loftið. Har hevur hon tendrað kaffimaskinuna og ketilin, tí gestirnir skulu ikki fara út aftur við ongum.<o:p></o:p>



- Tú, Leivur. Kanst tú ikki leypa oman í handilin hjá Fanny og keypa okkum okkurt gott afturvið einum kaffimunni?, spyr lærarin.<o:p></o:p>



Jú, tað vil Leivur fegin, og løtu seinni er hann aftur við góðum køkum úr sukurlátu. Gott er at hava ein handil í bygdini. Er hann lítil, kann ein fáa tað ein hevur brúk fyri soleiðis í eini handavending.<o:p></o:p>



Gestirnir fara uppá loftið, sum í síni tíð var íbúð hjá lærara og familju hansara. Her stendur ein drekkamunnur klárur og køkurnar. <o:p></o:p>



Aftaná fingu Jógvan, Poul og Leivur eisini burturav. Teir skulu eisini merkja, at gestir hava verið á gátt.<o:p></o:p>



Ein mikudagur í Árnafjarðar skúla kann viðhvørt gerast øðrvísi enn aðrir!<o:p></o:p>



 <o:p></o:p>