Ein øðrvísi konsert

Mystery Archive er navnið á norskari duo við Astrid Pedersen á vokal og leikur, og Øystein Skar á klaver og elektronikk Tey koma til Føroya at hava konsert mikukvøldið 23. februar kl. 19.30 í Norðurlandahúsinum. Seinnapartin sama dag, kl. 14.00 ? 17.00, fara tey at hava verkstovu saman við næmingum og einstøkum lærarum á MGK linjuni á Musikkskúlanum.

 

Astrid Pedersen og Øystein Skar hittust í 2006, tá ið tey bæði gingu á Norges Musikkhøgskole og gjørdu av at gera og framføra tónleik saman. Tey gera allan tónleikin sjálvi og brúka fleiri ymisk ljóðføri á konsertunum, m.a. klaver, leikur, elektronik og vokal. Tá ið tey framføra brúka tey eisini elementir úr leiklistini fyri at stimbra fleiri sansir og skapa eina heildarmynd.

 

Bæði arbeiða burturav við tónleikinum. Tey hava givið út fleiri fløgur og verið á konsertferðum í Skandinavia, Evropa og Afrika. Tey virka eisini sum tónaskøld og hava skrivað tónleik fyri kór, orkestur og minni bólkar.