Ein øðrvísi kongsvitjan

Nú Margreta drotning og Heindrikkur kongur vitja, er brúk fyri einari alternativari skrá, um veðurlíkindi ella aðrar umstøður skuldu gjørt, at neyðugt var við frávikum

Sum vanligt, er skráin fyri vitjanini sera trong, og hendir okkurt, ið ger tað neyðugt at broyta skránna, er samstundis eisini neyðugt at hava okkurt annað klárt, so alt kann halda fram, sum var einki hent. Tað hevur eydnast okkum at fáa óalment innlit í alternativu skránna.

- Kongshjúnini koma í land av Dannebrog í Havn sunnudagin, og beinanvegin verður gingið niðan í Ebenezer til morgunmøti, har Imme Dam talar. Síðani verður døgurði á brennistøðini, har borgarstjórin borðreiðir við røstum fiski, garnatálg og sperli. Aftaná fer drotningin í Listaskálan, har savnsleiðarin vísir henni runt í bingjuni hjá Tróndi, og samstundis fær kongur døgurðaslang umborð á Dannebrog.

- Mánamorgunin purra kongshjúnini út á Herberginum, har tey eisini eta morgunmat saman við gestunum, áðrenn koyrt verður við flogrutuni vestur í Vágar, har farið verður upp á gólv í einum tómum hjalli. Seinnapartin gongur leiðin norður í Sundalagið at hyggja at turraum áum, og endað verður í Funningsfirði, har gingið verður túr á havnarlagnum.

- Kongshjúnini gista týsnáttina í tjaldi á skótadeplinum á Selatrað, og týsdagin verður so farið til Runavíkar, har vitjað verður niðriundir umborð á sluppini Høganes. Seinnapartin verður farið til Klaksvíkar, har hugt verður at olju- og øðrum virksemi í Ánunum, áðrenn matpakki verður etin úti í Grøv.

- Mikudagin verður farið í Sandoynna, har drotningin skal grava fyrsta spakan til nýggju ítróttarhøllina, meðan kongur fer at royna við oddi á Sandsvatni. Síðani verður við Dannebrog av Skálavík til Sørvágs. Áðrenn tørnað verður inn, verður vitjað á Politistøðini í Miðvági, um nakar er inni.

- At enda hósmorgunin fáa kongshjúnini enskan morgunmat við soppum í skúlanum á Giljanesi, áðrenn verður farið umborð á Dannebrog, ið leggur frá landi við kós suðureftir.