Borðtennisfelagið Nykur á Toftum skipar leygardagin 21. august fyri fiskikapping á landi á eystara armi á Skálafjørðinum. Í hesi øðrvísi fiskikapping verður fiskað við tráðu á øllum støðum av Neshamri á Nesi og inn til bátahylin Undir Gøtueiði, innanfyri Skipanes.
Kappingin byrjar klokkan 14, men luttakarar, sum ikki hava meldað seg til kappingina frammanundan, skulu møta klokkan 13 við egningaskúrarnar á Toftum.
Møguleiki er at keypa agn, húkar og nylon á staðnum.
Luttøkugjaldið, sum verður goldið á staðnum, er 100 krónur fyri hvørja tráðu, og loyvt er bara at fiska við einari tráðu.
Í kappingini telja øll fiskasløg undantikið ulka og skrubba. Minsta mát fyri fisk er 25 cm, tó 30 cm fyri seið og 50 cm fyri longu og brosmu. Fiskur undir hesi mát verður sleptur livandi í havið aftur.
Fiskurin, sum verður veiddur í kappingini, skal kryvjast og verður latin ókeypis Borðtennisfelagnum Nyki við skúrarnar á Toftum í seinasta lagi klokkan 20.
Vinningar verða til nr. 1, 2 og 3. Hesir verða latnir eftir tali av fiski - og eisini verður vinningur til tann, sum fær longsta fiskin.
Tað er Berglon (Teymavirkið) í Runavík, sum letur vinningarnar í fiskikappingini, og tað er P/F Kambur, sum letur agnið.
Tilmelding til fiskikappingina fer fram hjá Borðtennisfelagnum Nyki á tlf. 580602.