- Vegurin millum Hattarvík og Kirkju er í sera ringum standi, og her er einki gjørt í eini 20 ár, sigur fugloyingur, sum heldur, at tíðin nú er komin at taka hond um vegin.
Hann sigur, at fyri eini 20 árum síðan varð eitt lag av oljugrúsi lagt á vegin, og tá varð bilverja gjørd. Men, síðan tá hevur einki viðlíkahald verið av vegnum.
- Gamaní eru onkrar holur fyltar upp, og okkurt rulluportur er tømt fyri mold. Men, soleiðis sum viðheftu myndir vísa, er einki veruligt viðlíkahald gjørt í mong ár.
Lesarin úr Fugloy vísir á, at kemur eitt nevagrót á vegin inni á meginlandinum - ja, so verða fyrispurningar reistir á Føroya løgtingi stutt eftir. Men, eingin snakkar um vegin í Fugloynni.
- Landsverk sigur seg ikki hava pengar til Fugloynna, tí teir mugu heldur brúka pengarnar á meginlandinum. Eg havi sent skriv til løgtingslimir um skilið, men tey vilja ikki taka hetta upp.
Fugloyingurin vísir á, at bilverjan í fleiri førum er burtur og pelar, sum skulu tryggja bilverju og ferðslu, eru rotnir og brotnir. Á onkrum vegastrekki, har eingin bilverja er eftir, eru einir 200 metrar niður í sjógv.
- Onkustaðni er bilverjan koppað, og onkustaðni er hon bara tikin burtur, og einki er komið ístaðin. Vegurin kom seinast í sjeytiárunum, og í nítiárunum varð eitt lag av oljugrúsi lagt á.
Fugloyingurin sigur, at ætlanin hjá Landsverki í nítiárunum var at leggja tvey løg av oljugrúsi á vegin, men har kom ongantíð meira enn tað eina lagið.
- Eg fari at heita á myndugleikarnar, sum vara av vegnum millum Hattarvík og Kirkju, um at taka neyðug stig, so vegurin verður gjørdur forsvarligur, sigur fugloyingurin.










