Hvar heldur tú nýggjár og verður okkurt gjørt burturúr?
- Fyrr, tá eg var ung, vitjaðu vit ofta ymisk hugnalig støð í Føroyum saman við vinfólki, men seinastu árini hava vit oftast hildið nýggjár heima í Fuglafirði saman við familjuni og vitja góð fólk í grannalagnum, har vit øll, bæði stór og smá, bara kurla eitt sindur runt og hava tað gott, bæði vása-og veitsluklødd.
Tað sigur Brynhild Næs Petersen í Fuglafirði - og hon heldur fram:
- Tað er ikki so alvorligt tað heila. Vit renna út og inn, rokast, práta og skjóta nakrar rakettir og tendra onkur fýs, gera eitt sindur av løttum, góðum mati og dekka eitt litríkt borð, meðan nýggjársrøður, sjónvarp og útvarp koyra í bakgrundini.
Hon sigur, at nýggjársaftan er ein deilga róligur og rokaligur dagur í senn, har tey taka alt akkurát, sum tað kemur.
- Vit plaga at fara út at hyggja eftir vakra fýrverkinum, sum kommunan skipar fyri um tíggjutíðina og tey árini, tá faklagonga og felagsbál eru fyriskipað, luttaka vit eisini altíð.
Hvør var størsta hendingin - upplivingin - hjá tær í 2022?
- Tað var uttan iva, at gleðast saman við pápa mínum og øllum hinum góðu fólkunum á bókaliðnum og teimum á Sprotanum um at koma á mál við stóru bókini um ommubeiggja mín, leirvíksmálaran, Jóannis Kristiansen, sum nú umsíðir hevur fingið eina rødd og eitt rúm í føroysku listasøguni. Tað er bæði stuttligt og inspirerandi at síggja dreymar gerast til veruleika.
- Eisini vóru aðrar góðar hendingar so sum, at okkara nýggi barnaskúli varð tikin í nýtslu í vár, og eisini vísti hetta árið, hvussu listin og listarliga umhvørvið - og ja, alt felagslív - aftur er farið at blóma. Eg haldi, at vit skipaðu fyri fleiri góðum mentanarligum tiltøkum og konsertum í ár.
Hvat var tað keðiligasta í 2022, og hvørjar eru vónirnar fyri 2023?
- Kríggj er fullkomiligt meiningsloysi og sorgarleikur. Vónandi megna vit øll, bæði í tí stóra og smáa, at liva í størri tolsemi og í og við meiri friði í 2023.
Gevur tú eitt nýggjáarslyfti?
- Vanliga gevi eg ikki nakað beinleiðis nýggjárslyfti, men ársskiftið kann leggja upp til at seta sær nøkur mið. Hugsi, at tað kundi verið vert at roynt at livað meira burðardygt komandi ár, bæði í mun yvirskipaða javnvág í gerandisdegnum og í mun til dagliga breyðið.
Gott nýggjár! eru seinastu orðini hjá Brynhild Næs Petersen.











