Ein rørdur Zelenskyj

- Hetta er krígsbrotsverk, og heimurin fer at siga, at hetta er fólkamorð, sigur ukrainski forsetin, sum hevur vitjað í Butsja í dag.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur í dag vitjað í ukrainska býnum, Butsja, har russiska hersetingarvaldið nú verður lagt undir at hava framt krígsbrotsverk.

 

Býurin var hertikin av russum í meira enn ein mánaða, til ukrainskar deildir aftur tóku ræðið í býnum. Í dag var ukrainski forsetin á vitjan í býnum. 

 

Sambært Reuters sigur Volodymyr Zelenskyj, at tað verður truplari at samráðast við Russland eftir skuldsetingarnar um krígsbrotsverk. Myndir úr býnum vísa, at her eru sivil fólk bæði bakbundin og dripin.

 

Reuters sigur, at forsetin snakkaði í einari sjónvarpssending beinleiðis úr býnum, Butsja. Ílatin skottryggum vesti og saman við herfólki var Volodymyr Zelenskyj sjónliga rørdur av tí, hann upplivdi.

 

- Hetta er krígsbrotsverk, og heimurin fer at siga, at her er talan um fólkamorð, sigur forsetin. 

 

Hann segði, at hvønn einasta dag, tá ukrainski herurin kemur inn í býin, sum vera tiknir aftur frá russum, síggja ukrainar, hvat er hent.

 

Sambært ukrainskum myndugleikum eru í minsta lagi 340 lík tikin upp í Butsja.

 

- Við mínum egnu eygum sá eg Butsja, Irpin og Stoyanka eftir hersetingina. Vit vilja gera okkara besta fyri, at hesir býir skjótast gjørligt koma til lívs aftur, skrivar Volodymyr Zelensky á Telegram seinnapartin í dag.

 

Forsetin segði sambært Reuters, at ukrainar vilja ikki hvíla , fyrr enn tey, sum hava ábyrgdina av ræðuleikunum í Kyiv-regiónini, eru eyðmerkt.

 

Russiskir myndugleikar siga, at teir hava ikki gjørt seg inn á sivil og sivil mál, og tí siga teir, at hetta er ein pallsett provokatión av Ukraina.

 

##med2##