Ein risi fellur í kvøld

FC Barcelona ella Manchester City spæla í kvøld seinsta dystin í Champions League á hesum sinni

Aftur í kvøld eru tvær 1/8-finalur í Champions League. Í gjár lógu AC Milan og Arsenal eftirá, meðan Atletico Madrid og favorittarnir úr Bayern Munchen komu víðari.

 

Barcelona stórfavorittur

 

Katalanska stórfelagið er stórfavorittur at koma víðari, eftir at teir vunnu 2-0 á Etihad leikvøllinum í Manchester í fyrra dystinum. Tá fekk Manchester City miðverjin Martin Demichelis reytt, tá hann feldi Lionel Messi. Dómarin dømdi brotsspark og so var langur vegur á mál fyri Manchester City.

 

FC Barcelona hevur ikki fingið spælið at koyra serliga væl í seinastuni. Neymar er fyri atfinningum, meðan Lionel Messi ikki klárar at hanga í góða forminum hjá Cristiano Ronaldo í Real Madrid. Eisini venjarin hjá Barcelona, Tata Martino, er fyri atfinningum í løtuni.

 

Fyri Manchester City kemur tað væl við, at stjørnu áleyparin, Sergio Aguero, er tøkur aftur. Hann er um nakar maðurin, sum kann koppa Barcelona í egnari holu. Hann hevur fyrr roynt at skorað móti Barcelona fyri Atletico Madrid.

 

Zlatan longu sent PSG víðari

 

Tað er ongin ivi um, at Paris Saint-Germain verður at finna í pottinum, tá lutakastið til fjórðingsfinalurnar verður. PSG vann ikki minni enn 4-0 á útivølli í fyrra dystinum móti týska Bayer Leverkusen.

 

Franska liðið er alt ov gott til, at Leverkusen kann hótta nýríka franska høvðusstaðarfelagið, sum í Zlatan Ibrahimovic hevur ein tann besta spælaran í Champions League í ár.

 

Champions League 1/8-finalur:

Í dag:

Barcelona (2) – (0) Manchester City (19.45)

PSG (4) – (0) Bayer Leverkusen (19.45)

 

Í gjár:

Bayern Munchen (2) – (0) Arsenal 1-1 (0-0)

1-0         Bastian Schweinsteiger, 54

1-1         Lukas Podolski, 57

Bayern Munchen vinnur samanlagt 3-1

 

Atletico Madrid (1) – (0) AC Milan 4-1 (2-1)

1-0         Diego Costa, 3

1-1         Kaka, 27

2-1         Arda Turan, 40

3-1         Raúl Garcia, 71

4-1         Diego Costa, 85

Atletico Madrid vinnur samanlagt 5-1