Hópuppsagnir
Í løtuni er ikki grundarlag fyri at hava flakavirkið í Hvalba og saltfiskavirkið í Vági, opin.
Tað staðfestir Fiskavirking, sum fyri nøkrum vikum síðani yvirtók virkini bæði frá Fiskasøluni.
Tí tók Fiskavirking avleiðingarnar av tí og søgdu øllum teimum 89 tímaløntu fólkunum á báðum virkjunum, upp.
Hesi fólk eru í Fiskavirkisskipanini hjá ALS og tey vórðu søgd upp nú, fyri at tey ikki skuldi fara í karantenu. Tey hava verið arbeiðsleys í seks vikur og vera tey arbeiðsleys í átta vikur, fara tey í karantenu í ALS og fáa onki í eina tíð.
Men samstundis leggur Meinhard Jacobsen, stjóri í Fiskavirking, dent á, at virkisleiðslurnar eru ikki uppsagdar og tí er klárt at fara undir framleiðslu aftur frá degi til dags, skuldi útlitini batna.
Hann sigur eisini, at allir møguleikar vera kannaðir fyri at fáa virksemið aftur á virkini.
Tó má metast at vera meiri enn ivingarsamt um Fiskavirking nakrantíð fer at lata virkið í Hvalba uppaftur.
Fiskavirking hevur eisini eitt stórt flakavirkið á Tvøroyri, sum er 15 minuttir frá Hvalba við bili.
Hetta er eitt sama slag virki, sum tað í Hvalba, bara nógv størri. Men eisini á virkinum á Tvøroyri, er trot á fiski.
Sostatt er mest sannlíkt, at Fiskavirking fer at raðfesta virkið á Tvøroyri, framum virkið í Hvalba.
Meinhard Jacobsen segði í Sosialinum í gjár, at allir møgleikar verða kannaðir. Virkisleiðarin í Vági og á Tvøroyri, Martin Hentze, hevur ongar viðmerkingar, men vísur til stjóran.










