Ein ringur dagur

Venjarin hjá FC Midtjylland roknar framvegis ikki við, at hansara lið fær stórvegis trupulleikar av dystinum á Tórsvølli

FCM-venjarin
Jákup Mørk

Hóast flestu tíðindafólkini vóru samd um, at FC Midtjylland hevði fingið ein skelk í mini-stødd hóskvøldið, so helt venjarin hjá liðnum, Erik Rasmussen, ikki, at hetta var verri enn ilt.

- Sjálvt um vit raka ein sera ringan dag, so haldi eg ikki, at talan verður um ein ovurhonds trupla uppgávu um tvær vikur. Vit hava kanska ikki spælt so væl í seinastuni, men vit hava vunnið flestu dystirnar, og nú mugu vit so royna at koma í eitt hægri gear, staðfesti hann.

Vart tú bilsin um móstøðuna, sum tit fingu í dag.
- Nei. Tað var eg ikki. Vit sita altso á 90% av spælinum, og vit hava møguleikar at lukka dystin. Men vit spæla ikki góðan fótbólt. Vit reagera ikki nóg skjótt, og vit flyta okkum ikki nóg væl. Men vit hava framvegis nóg nógvar møguleikar til ein tryggari sigur.

Stóri trupulleikin hjá tykkum tóktist vera, at tit ikki fáa nóg nógva ferð í spæli. Var tað ikki kanska eisini ein avleiðing av, at B36 megnaði at fáa ferðina á sítt støði?

- Sjálvandi spæla teir við teimum midlum, sum teir hava. Teir leggja seg á vøllin rættiliga ofta, og royna upp á aðrar mátar at toga ferðina niður. Men tað er okkara egna skyld, at spælið hjá okkum ikki er betri enn tað sama.

Hvussu var og ikki, so gjørdist talan um ein dyst, sum var nakað væl tættari, enn Erik Rasmussen brýggjaði seg um. Men hóast hetta, so tóktist hann ikki hava stórvegis rósur at bera nøkrum føroyskum spælara. Heldur ikki, tá hann varð spurdur, hvørt nakar av hesum er nóg góður til spælarahópin í FC Midtjylland.

- Tað dugi eg ikki at siga. Teir megnaðu jú ikki at vísa nakað serligt. Teir komu kanska fram á vøllin fyrstu 20 minuttirnar, men í aðrar mátar var talan um spæl upp á eitt mál, staðfesti venjarin turrisliga.

Mynd: Erik Rasmussen
Eftir fyrstu 20 minuttirnar var talan um spæl upp á eitt mál helt venjarin hjá FCM. So er spurningurin bara, hvussu B36 kundi skora eftir hetta&
Mynd: Høgni R. Øster