Tað hevur verið rættiliga nógvur vindur í nátt og tað hevur elvt til eina ørgrynnu av skaðum kring um í landinum.
Tað var klokkan fýra í nátt, at fyrstu skaðarnir vórðu fráboðaðir. Síðani hevur telefonin gløtt og løgreglan hevur verið noydd at senda boð eftir eykamanning av avgreiða allar skaðarnar.
Løgreglan skrásetir skaðarnar og sendir so boð eftir bjargingarliðunum, og tey hava havt úr at gera í nátt.
Harðastu hvirlurnar vórðu í Suðuroy, har vindmátarin á Ørðaskarði eitt skifti vístu 65 metrar um sekundið, men annars hevur verið strangt um alt landið.
Men talan er ikki um stórar skaðar sum so, uttan tað, at tekjurnar eru farnar á fleiri húsum og klædingurin er skrædnaður á øðrum.
Annars eru tað stakitt, úthang, skelti, og annað, sum er farið.
Skaðar eru fráboðaðir um alt landið, men frægast stendur til í Vágum og í Norðoyggjum.
Men í Norðoyggjum varð kortini ein parkeraður bilur tikin av eini hvirlu og á tjaldingarplásinum í Havn tók vindurin ein kampingvogn, so hann feyk á ein bil. Ongin var í kampingvogninum.
Annars sær út til, at fólk finna ikki útav at tryggja trampolinur, tí aftur hesa ferð, er tað ein hópur av trampolinum, sum eru farnar í luftina og hava brotið frá sær, helst í Havn og í Hoyvík.
- Tað er ikki nóg mikið at taka netið av, tí dúkurin tekur rættiliga nógvan vind á seg, staðfestir løgreglan.
Hinvegin er ongin fólkaskaði hendir í storminum.
Annars hevur tað verið ógvuliga lítið fólk í býnum, so umframt at avgreiða stormskaðar, hevur løgreglan lítið og onki havt at gera, sigur vakthavandi.