Koyrilíkindini eru so vánalig í morgun, at løgreglan heitir á fólk, sum ikki hava átrokandi tørv á at koyra ímillum bygdir, um heldur at halda seg innandura.
Telefonin hjá løgreglun hevur kimað í allan morgun við fráboðanum um óhapp úr øllum landinum.
- Ein ørgrynna av bilum eru farnir útav og samanstoytir hava eisini verið, tí bilar eru glidnir yvir í koyribreytina hjá hvørjum øðrum.
Løgreglan sigur, at koyrilíkindini eru serstakliga vánalig og tað er mest sum úr øllum landinum, at fráboðanir koma um óhapp.
Men serliga illa stendur til um Gøtueiði og í Sandoy og í hesum sambandi kann viðmerkjast, at ein maður, sum koyrdi úr Eysturoy til Havnar í morgun, sá fýra bilar fara útav á leiðini.










