Ein rein kvæðarødd er tagnað

Útvarpið bar mær deyðsboðini av Tórgerð Hansen, ættað úr Funningsfirði.

Hon er farin, 70 ára gomul. Og við deyðsboðunum rennir fram fyri meg henda fryntliga og vakra og mjáa kvinnan, tá íð hon í føroyskum búna skipaði í dansistovuni í Oyndarfirði fyrst í sjeytiárunum í farnu øld. Hon var sum ein fjøður á dansigólvinum og røddin var so klár.

Vit kendust ikki, men minnið um hana hevur brent seg fast frá hesum høgtíðskvøldum, tá íð hon og maðurin Josva, ættaður úr Søldarfirði, komu til Oyndarfjarðar og høvdu høgtíðsdám við sær.

Eg havi ongantíð hoyrt eitt føroyskt kvæði so vakurt skipað sum tá Tórgerð skipaði Leirvíkspáll. Rødd hennara ljómar enn í minninum. Og tað var ikki bara røddin, men eisini dansigleðin.

Eg kendi hana bara frá hesum dansikvøldum í eini dansistovu, sum ikki er til longur og onkuntíð frá útvarpinum, men hennara rødd, hennara dansigleði, hevur ríkað mítt lív og kvøðir enn inni í hugans goymslum

Eg ætlaði at siga tað við hana, um eg møtti henni. Tað eydnaðist ikki, nú sigi eg tykkum eftirsitandi tað. Tórgerð ríkaði mítt lív.


Vinarliga


Jústinus Leivsson Eidesgaard