- Tað er undarligt, at landsstýriskvinnan í kommunumálum leggur seg upp í, hvussu man fordeilir arbeiðsbyrðuna í kommunum. Hesum mugu kommunurnar sjálvar taka støðu til, sigur Heðin Mortensen, formaður í kommunufelagnum.
Kommufelagið hevur sent fjølmiðlunum tíðindaskriv, har tey heita á landsstýriskvinnuna við kommunumálum, um ikki at broyta lóggávuna viðvíkjandi politisku umboðanini hjá býráðs- og tinglimum.
Annika Olsen hevur ført fram, at tað ikki er í lagi, at ein persónur kann vera bæði borgarstjóri og løgtingslimur í senn, men sambært Kommunufelagnum eigur tann avgerðin at vera tikin av veljaranum heldur enn løgfrøðini.
Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum, undrast á ætlanirnar hjá Anniku Olsen.
- Eg haldi ikki, at teir ymisku borgarstjórarnir arbeiða, hvørki fyri seg sjálvan ella privat, tá man hugsar um, at teir hava fleiri hattar á. So kundi man sagt tað sama við vinnulívsfólkini í løgtinginum, um teir ikki eisini eru í fleiri hattum, sigur Heðin Mortensen.
Annika Olsen, landsstýriskvinna við Kommunumálum hevur ført fram, at uppskot um lógarbroytingar í valskipanini eru neyðugar, soleiðis at persónar ikki kunnu taka sæti á býráði og Løgtingið samstundis.
Heðin Mortensen heldur, at tað er ein rættur, sum øll hava, at kunna stilla upp, og tað er upp til veljaran, um hann vil velja ein inn í løgtingið ella ikki. Í øðrum lagi er tað upp til bý- ella bygdaráðið at avgera, um arbeiðsbyrðan verður ov stór, um borgarstjórin situr í løgtinginum samstundis, sigur hann.
Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni við Heðin Mortensen.










