Ein æra at framføra á G!

Knút Háberg Eysturstein og unnustan, Solveig Olsen, eru fast inventar á hvørjum G! festivali.

 

- Eg havi verið á øllum G! festivalum síðan 2002, sigur Knút, sum metir G! festivalin at vera hæddarpunktið á árinum.

 

- Mín fyrsta ferð á G! var í 2006, tá eg júst var vorðin 18 ár, sigur Solveig.

 

Seinast Knút spældi á G! sum ’Knút’ var í 2009. Men í morgin skal leirvíkingurin aftur í eldin.

 

- Eg gleði meg heilt ótrúliga nógv. Tað er mær ein æra at kunna framføra nýtt tilfar á hesum framúrskarandi festivalinum, sigur Knút, sum væntar konsertina í morgin at verða ein lekkur seinnapartskonsert.

 

Hóast mangan á G!, so hevur Solveig eina serliga konsert, sum hon minnist afturá.

 

- Blind Boys of Alabama, sum spældu í fjør, vóru heilt ótrúliga góðir og standa teir eftir sum besta konsert á G!, sum eg havi verið til, sigur Solveig.