- Avgerðin hjá samgonguni at skatta pensjónir við inngjald er ein sonn ræðusøga fyri tey lágløntu í Føroyum.
Tað staðfesti Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, á landsstevnu í Skopun um vikuskiftið.
- Hetta hevur við sær, at vit eru farin frá skipanini, har pensjónsútgjøld antin vórðu skattað 35%, ella sum vanlig A-inntøka við botnfrádrátti. Ístaðin hava vit fingið eina skipan, har allar pensjónsinngjaldingar veða skattaðar 40% frá fyrstu krónu, t.v.s. uttan nakran botnfrádrátt..
Munandi skattahækking
Aksel V. Johannesen sigur, at við hesari broyting hava lægri inntøkurnar fingið eina munandi skattahækking.
Samstundis hava pensjónsfeløgini upplýst, at verður uppskotið samtykt, fara teirra umsitingargjald fyri at umsita pensjónsuppsparingarnar fóru at hækka.
- Orsøkin til hækkaða umsitingargjald var, at tað krevur meira at umsita fleiri skipanir enn bara tí einu.
- Hetta hevur Lærarafelagið og onnur fakfeløg eisini longu staðfest.
Hægri umsitingargjald minkar um avkastið og hetta hevur stóran týdning fyri einstaka uppspararan.
- Aksel V. Johannesen nevndi eitt dømi um eina kvinna í almennum starvi, sum sparir pensjón upp frá hon er 27 ár til pensjónsaldur.
- Fyri hana fer ein munur á 1 prosent í lægri avkasti í miðal árliga merkja eina pensjónsuppsparing, ið er 23% minni, tá viðkomandi er 67 ár.
- So broytingin av pensjónsskattingini kemur at raka einstaka uppspararan meint, serstakliga uppsparar úr lægri inntøkubólkunum, sigur Aksel V. Johannesen.
Álvarligt rán
Hann vísir eisini á, at føroyskir og danskir búskaparfrøðingar hava staðfest, at avgerðin um at skatta pensjónir við inngjald ikki er nøkur verulig fígging.
- Tað er bert at flyta inntøkur frá komandi tíðum og er sostatt eitt álvarsligt rán frá komandi ættarliðum, sum hevur avleiðingar vit bara kunnu øtast um.
- Inntøkurnar frá pensjónsskattingini eru ikki nýggjar inntøkur, men talan er um framflyting av gjaldføri. Tá vit ikki kunnu brúka somu pengar fleiri ferðir, kemur peningurin at vanta í, tá vit hava størst tørv á honum, nevniliga tá tali av eldri borgarum verður hægst um eini 25 til 30 ár.
- Eftir gomlu skipanini fingu kommunurnar umleið helvtina av pensjónsskattinum, men við broytingini hjá samgonguni fara allar skattainntøkur frá pensjónum í landskassan.
Eyðsæð vil hetta geva kommunum fíggjarligar trupuleikar um nøkur ár, og tá verður ikki annað at taka til, enn at hækka kommunuskattin, sum aftur rakar veikastu inntøkubókarnir harðast. Hetta, bæði tí kommunuskatturin er ein verulig flatskattaskipan, og tí lægri inntøkubólkarnir ikki hava fingið lut í skattalættanum, sum samgongan júst hevur veitt, segði Aksel V. Johannesen.