Ein ræðulig takkling

Hóast stórsigur til Manchester United og eitt klokkureint hattrick til Fernando Torres hjá Liverpool, so var tað ein ræðulig takkling frá Birmingham verjuleikaranum Martin Taylor, móti Eduardo hjá Arsenal, ið stjól yvirskriftirnar úr Premier League um vikuskiftið

FÓTBÓLTUR

 

Ungi Eduardo hjá Arsenal varð í skundi fluttur á sjúkrahúsið, eftir dupulta beinbrot hansara í dystinum hjá Arsenal móti Birmingham leygardagin.

 

Reytt kort eftir tríggir minuttir

Eftir bert tríggir minuttir fekk Martin Taylor hjá Birmingham beinleiðis reytt kort, eftir at hann hevði takklað Arsenal framherjan.

Eduardo sá út til at hava stóra pínu, og ongar endurspælingar vórðu vístar, orsakað av álvarseminum í hendingini.

Tað gingu seks minuttir, áðrenn Eduardo varisliga varð lagdur á børuna og fluttur av vøllinum. Eduardo fyllir 25 ár í dag, so tað var ein serstakliga keðilig føðingardagsgáva at fáa.

Arsene Wenger valdi at seta danan Niklas Bendtner á vøllin í staðin fyri unga kroatan, og tað man hava hugað honum, tí hann var alt seinasta kappingarár leigaður út til júst Birmingham.

 

Javnleik við 10 monnum

Hóast Arsenal vóru 11 mans nærum allan dystin var tað tó James McFaddeen, ið legði vertirnar á odda, við einum avbera vøkrum frísparksmáli. Tað vóru tó gestirnar úr London, ið høvdu trýstið og alt spælið, og við tveimum málum frá blaðunga Theo Walcott løgdu teir seg eisini á odda. Men langt inni í yvirtíðini, snorksvav Gael Clichy í vinstra verjuborði, og so gjørdi hann enntá brotsspark, og enn einaferð var tað James McFadden, ið var hetjan. McFadden bjargaði Birmingham eitt týdningarmikið stig í botnstríðnum, og argaði »The Gunners« í teirra stríði um enska meistaraheitið.

 

Stórsigur til United

Manchester United kutaðu tvey stig av fimm stiga fyrimuninum hjá Arsenal í oddinum av Premier League, tá teir við enn einum knúsandi stórsigri móti Newcastle, tryggjaðu sær trý kærkomin stig á St. James’ Park.

Liðið hjá Sir Alex Ferguson fekk góð tíðindi, tá teir frættu, at Arsenal høvdu snávað á útivølli, og »Reyðu Djevlarnar« tóku av tilboðnum, at nærkast Arsenal, tá teir knúskaðu liðið hjá Kevin Keegan av, við 5 málum móti einum.

Málini hjá United gjørdu Cristiano Ronaldo og Wayne Rooney við tveimum í part, og Luis Saha. Einsamalla málið hjá Newcastle gjørdi Abdoulaye Faye.

 

Torres Hattrick lyfti »The Reds«

Eitt klokkureint Hattrick av Fernando Torres, var nokk til at hjálpa Liverpool í teirra heimadysti móti Middlesbrough. Dysturin á Anfield endaði 3-2 til heimaliðið, hóast Sanly Tuncay hevði lagt gestirnar á odda.

Torres, ið eisini skoraði eitt hattrick móti Reading í triðja umfari av League Cup, hevur nú skorað sítt fyrsta í Premier League høpi, og hann líkist einum leikara, ið megnar at endurtaka bragdið mangar ferðir afturat.

Torres hevur nú skorað 15 ferðir í Premier League í inniverandi kappingarári, og umframt tey, hevur hann eisini skorað í hinum kappingunum. Samlað er Fernando Torres hevur nú skorað 21 mál, og hann hevur uttan iva ikki skorað fyri seinastu ferð í ár heldur, so ikki kann sigast annað enn at tað byrjar at síggja eitt sindur bjartari út hjá Liverpool, ið enn jakstra trý tey ovastu liðini.

 

---

 

FAKTA

 

Úrslitini um vikuskiftið:

Birmingham-Arsenal 2-2 (McFadden 2 – Walcott 2)

Blackburn-Bolton 4-1 (McCarthy 2, Bentley, Pedersen - Davies)

Fulham-West Ham 0-1 (Nolberto Solano)

Liverpool-Middlesbrough 3-2 (Torres 3 – Tuncay, Downing)

Newcastle-Man Utd 1-5 (Faye – C.Ronaldo 2, Rooney 2, Saha)

Portsmouth-Sunderland 1-0 (Jermaine Defoe)

Reading-Aston Villa 1-2 (Shorey – Young, Harewood)

Wigan-Derby 2-0 (Scharner, Valencia)

 

Í kvøld spæla Manchester City móti Everton, og mikukvøldið spæla Tottenham og Chelsea, enn eina London uppgerð.