- Ein ræðulig avgerð

Danski Mohammed-teknarin, Kurt Westergaard, læt 5 ára gomlu abbadóttir sína sita eftir í stovuni við brotnum beini, tá hann sjálvur fór í trygdarrúmið undan øksamanninum. Tá øksamaðurin gjørdi seg inn á húsini hjá danska Mohammed-teknaranum Kurt Westergaard leygarnáttina, var hin 75 ára gamli barnagenta hjá 5 ára gomlu abbadóttir síni, Stephaniu, sum sat í stovuni við brotnum beini.

Kurt gjørdi av at flýggja inn í trygdarrúm sítt og lata hina 5 ára gomlu sita eftir í stovuni. Um orsøkina til, at hann tók hesa avgerð, sigur hann við donsk bløð:

- Mítt deiliga abbabarn sat við brotnum beini í stovuni, tá øksamaðurin kom til húsini hjá okkum. Eg stóð í gongini og noyddist at velja ímillum at fara inn í stovuna, har abbadóttirin var ? ella at fara í trygdarrúmið. Tað var ein ræðulig avgerð at taka. Kortini eri eg aftaná fegin um hesa avgerð, tí eg trúgvi ikki, eg hevði yvirlivað tilburðin, um eg fyrst var farin inn í stovuna.

Løgreglan varð beinanvegin boðsend og var skjót á staðnum.

Brotsmaðurin gjørdi so nógv um seg, at løgreglan noyddist at skjóta hann í bæði arm og knæ.

Danska fregnartænastan PET hevur sett mannin í samband við somaliska yvirgangsfelagsskapin al-Shabab, og í kvøld er komið fram, at hin 28 ára gamli í summar varð tikin fyri yvirgangsætlanir móti uttanríkisráðharranum í USA, Hillary Clinton, í Kenya.

Kurt Westergaard er fegin um, at alt var yvirstaðið eftir stuttari tíð ? og at abbadóttir hansara ikki fekk skaða.

- Eg havi lært av PET, at yvirgangsfólk fara beint eftir sínum máli, og at tað í fyrsta lagi er mær, tey eru úti eftir. Hinvegin kann familjan hjá mær kenna seg trygga, leggur hann aftrat.