Ein rættur at diskriminera

Tað er einki skeivt í at bjóða ymsum kundum ymsar prísir. Tað er rættur, sum handilsmenn og fyritøkur hava

Diskriminering er, umframt at vera lítið føroyskt, eitt ógvuliga negativt orð. Tað kann oftast setast í sambandi við ymiskt ógvuliga óheppið og oft-ani ólógligt.
Men í búskaparfrøðini og í handilsvinnuni er prísdiskriminering eitt púra vanligt hugtak, sum ikki er nógv annað enn fakligt.
Prísdiskriminering merkir, at tú selir eina vøru til ymsar prísir.
Tað eru tríggir hættir at fremja eina tílíka diskriminering. Special price for you fellir undir prísdiskrimenering av fyrstu grad. Ein søgan um ein kommunulækna, sum kennir øll fólkini í økinum, og harvið kann prísáseta eftir, hvussu nógv hann veit, at fólkini eru før fyri at gjalda. Tað næsta slagið av prísdiskreminering er at seta vørur saman ella í fleiri útgávum. Hetta sæst eitt nú í Office pakkanum hjá Microsoft. Tann triði hátturin er tann mest vanligi. Hesin hátturin býtir fólk upp í ymisk segment. Tað merkir, at ymsir bólkar fáa ymsar prísir.
Ein rættur
Tað er sum so einki skeivt í at selja eina vøru til ymisk fólk til ymsar prísir. Hetta er eisini púra vanligt. Eitt nú nýggju prísirnir hjá Atlantsflog eru eitt dømi upp á prísdiskriminering, men tað er eingin, sum setir spurnartekin við hesar prísirnar.
Frá føroyska Kapping-arráðnum frætta vit, at tað er ein rættur hjá fyritøkum at áseta ymsar prísir á henda hátt. Tað er eingin óvæntað niðurstøða, og á ongan hátt nakað serføroysk hugtak. Og tað finnast óteljandi nógv dømi um prísdiskrimering í Føroyum

Kann vera ólógligt
So leingi eingin avtala er millum partarnar um at hava somu prísir ella at ein fyritøka misnýtir eina møguliga serstøðu, so er eingin til hindurs fyri at diskriminera í prísum. Prísdiskriminering sæst í øllum londum. ES lóggávan roynir tó at forða ymsum prísum til ymisk lond. Tað er stór ósemja um, hvussu heppið tað er við teimum ymsu prísunum. Ein fyrimunur verður sagdur at vera, at øll fólk kunnu keypa eina vøru við diskrimenerandi prísásetingum. Mest nýtta grundgevingin ímóti er, at fleiri fólk á henda rinda yvirprís, og tískil ikki fáa útnytta ein part av keypinum til onnur endamál, og hetta ikki er í tráð við marknaðartreytirnar.