Heðin M. Klein, fyrrv. løgtingsmaður
Í Sosialinum mikudagin 11. februar sigur Kristian Magnussen, nývaldur formaður í tingbólki Javnaðarfloksins, at tað man hava verið av tilvild, at andstøðan á Føroya løgtingi hevur altíð havt annað umboðið í Norðurlandaráðnum, av tí at landsstýrissamgongurnar í Føroyum hava mangan verið so smalar.
Men hetta er beinleiðis ósatt!
Undirritaði sat á Føroya løgtingi, tá ið táverandi samgonga ímillum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin var so mikið stór, at hon, um hon vildi, hevði sjálv kunnað valt bæði umboðini í Norðurlandaráðnum. Men tað vildi hon ikki. Eg minnist, at málið varð viðgjørt í samgonguni, og tað var semja um, út frá eini demokratiskari áskoðan um samgongu- og andstøðusjónarmið, at andstøðan skuldi sjálv velja annað umboðið.
Nú skilst, at Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin av einihvørjari orsøk ikki hava somu áskoðan sum tá. Teir um tað. Men Tjóðveldisflokkurin hevur tíbetur ikki broytt áskoðan. Tað dámar mær væl.
Ein fyrrverandi floksformaður, sum ikki longur er okkara millum, var viðhvørt vanur at taka til týsku máliskuna ? at tú varnaðist endamálið og varðst illa við:
»Man merkt die Absicht und wird verstimmt!«
Soleiðis er tað.
Men annað var kanska ikki væntandi?