- Tað nýggja havrannsóknarskipið er ein stórhending, ikki einans fyri Havstovuna, men fyri alt samfelagið.
Tað sigur stjórin í Havstovuni, Eilif Gaard, í seinastu útgávu av Sjóvarmáli, sum kom út nú um dagarnar.
- Hetta er eitt týdningarmikið og sera væl útgjørt amboð hjá Føroyum í arbeiðnum at fáa til vega ta nýggjastu vitanina um okkara sjófeingi.
Stjórin á Havstovuni ásannar, at við nýggja skipinum fer eisini at verða gjørligt at fáa vitan, sum ikki er gjørlig við núverandi havrannsóknarskipi.
- Eg ivist ikki í, at hesin nýggi tjóðarstoltleikin fer at tæna Føroyum væl, sigur Eilif Gaard i nýggjastu útgávuni av Sjóvarmáli.