Ein rættiliga keðilig støða

Støðan, sum fakfeløgini eru komin í, er rættiliga keðilig. Men tað mest avgerðandi í málinum, er ikki broytt

- Hetta er ein rættiliga harmilig støða. Men tað góða er, at tað, sum er mest avgerðandi,  stendur framvegis við.
Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum var tann, sum stóð á odda fyri at sameina fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum at mótmæla at landsstýrið brúkar fútarættin at steðga ósemjum á arbeiðsmarknaðinum.
Tað endaði við, at 25 fakfeløg gjørdi av at lýsa 24 tíma arbeiðssteðg á midnátt hóskvøldið.
Men í Fimmaranum mikukvøldið umrøddi Jana H. Dalsgaard, forkvinna í felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, ósemjuna á Landssjúkrahúsinum og tað hevur síðani fingið fleiri fakfeløg at avlýsa verkfallið aftur, tí tey siga, at tað var ein heilt greið avtala, at ósemjan um føðideildina skuldi haldast uttanfyri hetta tiltakið hjá fakfeløgunum.
Gunnleivur Dalsgarð vil ikki leggja seg út í tað, sum varð sagt í fimmaranum og hann vil heldur ikki gera viðmerkingar til ítøkiligu avgerðina hjá fleiri feløgum at avlýsa verkfallið.
- Men tað, sum er hent er ómetaliga harmiligt, tí tað fær fólk at venda eyguni skeiva vegin og at fáa málið at snúgva seg um onnur viðurskifti enn tað í veruleikanum snýr seg um.
- Vit løgdu alla tíðina dent á, at hetta hevði onki við støðuna á Landssjúkrahúsinum at gera, men nú er tað kortini blivið ein partur í málinum.
Kortini vísir Gunnleivur Dalsgarð á, at tað gleðiliga er, at kjarnin í málinum stendur eftir.
- Hetta var eitt sera einfalt mál. Tað snúði seg um at mótmæla at landsstýrið brúkar fútarættin til at loysa ósemjur á arbeiðsmarknaðinum. Og tað snúði seg um at gera tað á ein hátt sum fekk myndugleikarnar at skilja, at hetta var álvari.
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at hetta er tað einasta avgerðandi í málinum og alt tað stendur rimmarfast eftir og tað er positivt.
Tað er eisini positivt, at tað eydnaðist so at siga øllum fakfeløgunum at tosa saman og koma til eina felags niðurstøðu.
Tað er eisini søguligt, at fakfeløgini boðað frá einum verkfalli meiri enn eina viku áðrenn tað verður.
Og Gunnleivur Dalsgarð leggur sær eisini í geyma, at hóast fakfeløg hava avlýst verkfallið, boða tey frá, at tey framvegis taka fult undir við mótmælinum ímóti, at landsstýrið brúkar fútarættin at steðga ósemjum á arbeiðsmarknaðinum.
- Tað hjaldi eg, at landsstýrið eigur at leggja sær í geyma, leggur hann afturat.
Fer hetta at ávirka framtíðarsamstarv ímillum fakfeløgini?
- Tað havi eg onga viðmerking til. Men gott er tað ikki.
Annars sigur hann, at fráboðanin frá Starsvmannafelagnum um at fara í verkfall í 24 tímar frá á midnátt hósvøldið, stendur við.