Ein rørandi løta

Sunnumorgunin gekk Niels Juel Arge fyri seinastu ferð oman eftir kirkjugólvinum í Christianskirkjuni sum klokkari. Ein sera rørandi løta, nú hann eftir 44 árum í tænastu, letur klokkuna yvir til versonin Hjørleif Poulsen

Klaksvík:
Gudstænastan sunnumorgunin var heilt serlig, tí hetta var seinastu ferð, at Niels Juel Arge var klokkari.
Niels Juel Arge byrjaði at ringja í kirkjuni longu sum 14 ára gamalur fyri 65 árum síðani. Kristihimmals-ferðardag hin 20. mei 1939, tá ið hann avloysti pápa sín. Síðani ringdi hann fyri hann, tá ið pápin sigldi undir krígnum og annars ikki kundi, til Niels Juel Alla halganna sunnudag 1960 varð innsettur sum fastur klokkari.
Hann fór alment úr starvinum tann 1. august, men sunnudagin takkaðu kirkjutænarar, prestar og kirkjufólkið honum fyri trúgva og drúgva tænastu.
Løtan var sera rørandi, og vakurt var at síggja Niels Juel ímillum báðar deknarar íklæddir føroyska búnanum gangandi eftir gólvinum, tá gudstænastan var av.
Niels Pauli Danielsen, sóknarprestur, hevði prædikuna hendan dagin. Hann endaði hana við at bera fram takkarkvøðu til Niels Juel og konu hansara, Eiu.
? Tað er við sorgblídni, at vit nú siga farvæl við hetta virki tykkara, men samstundis við takksemi og sannføring um, at fasti sessur tykkara her í kirkjuni fer ikki at standa tómur, segði Niels Pauli Danielsen millum annað.

Hugnaløta
Eftir gudstænastuna var hugnaløta í kirkjukjallaranum, har formaðurin í kirkjuráðnum, Ólavur í Mittúni helt røðu.
Hann takkaði Niels Juel fyri hansara trúfesti øll árini bæði í gomlu kirkjuni og so Christianskirkjuni.
Hann bar eisini fram takkarkvøðu til Eiu, konu Niels Juel, og helt skemtiliga fyri, at tað mangan mundi hava verið eitt stríð hjá henni at halda Niels Juel so fínan og hampuligan.
Síðani fekk Niels Juel eina gávu handaða og frúan fekk blómur. Sjónliga rørd sótu tey bæði har, og sorgblídni lýsti av teimum.
Tá hugnaløtan var av, heilsaðu øll fólkini uppá høvuðspersónin, áðrenn farið varð til hús.
Ein mansaldur sum klokkari er farin í søguna. 65 ár síðani hann ringdi fyrstu ferð, og nú í einum aldri av 80 ár, letur hann klokkuna til onnur at røkja, meðan hann fer at njóta sítt lívsins kvøld.