Hvør er kenslan, nú fyrsta skotið til Eysturoyartunnilin verður latið av týsdagin, 21. februar klokkan 14?
- Eg meti hetta reint egosistisk at vera eitt sindur av eini ørari og festligari luksusverkætlan, tí vit hava gott vegasamband úr Havnini og inn i Eysturoynna sum er. Kenslan er blandað, men hugsa vit um, at Eysturoyartunnilin fer at hjálpa upp á fíggingina av Sandoyartunlinum - og seinni eisini Suðuroyartunlinum - ja, so er ætlanin góð. Fyri at halda meg til tað positiva, haldi eg, at tað er flott, at ætlanin verður veruleiki, og tað fer eisini at hava nógvar fyrimunir við sær, ikki bara fyri Skálafjørðin, men so sanniliga eisini høvuðsstaðin, sum seinastu mongu árini hevur liðið undir, at tilflytingin hevur verið so stór.
Tað sigur Justinus Eidesgaard, sum heldur, at tað geniala við verkætlanini er, at hon fer at fíggja Sandoyartunnilin, og sostatt verður Eysturoyartunnilin ein samhaldsføst ella solidarisk verkætlan, sum vónandi endar við, at koyrandi eisini verður til Suðuroyar innan alt ov nógv ár.
Hvønn týdning heldur tú, at Eysturoyartunnilin fer at hava fyri Skálafjørðin, Eysturoynna og Norðoyggjar?
- Um tunnilin fer at fáa so alstóran týdning fyri Norðoyggjar, ivist eg í. Klaksvíkingar vilja jú sum heild vera so lítið í høvuðsstaðnum sum gjørligt. Men, fyri Eysturoynna verður hetta ein stór broyting til tað betra. Strendur gerst knappliga eins attraktivt, sum at búgva í Hoyvík, og um runavíkingar og nesmenn klára at leggja klandrið til síðis - grava stríðsøksina endaliga niður undir onkra av nýggju myllunum og fara saman í eina kommunu - eru alstórir møguleikar fyri at menna ein nútímans forstað til Havnina á eystaru síðu á Skálafjørðinum, sum eisin hevur ein miðbý, ið kann geva SMS kapping.
Metir tú, at tunnilin fer at økja um áhugan at seta búgv í nærliggjandi økjunum við Skálafjørðin?
- Bara tað, at Eysturoyartunnilin er ávegis, hevur økt áhugan at búgva við Skálafjørðin, og hesin áhugin fer heilt sikkurt at økjast.
Dugir tú at meta, hvat Eysturoyartunnilin fer at merkja fyri Havnina?
- Eysturoyartunnilin fer at gera Havnina upp aftur betri sum høvuðsstað. Kanska er ikki longur neyðugt hjá Havnini at kappast við havnaløgini við Skálafjørðin, tí ein høvuðsstaður hevur nógvar aðrar skyldur, sum geva inntøku, og kanska fer hetta at føra við sær, at størsta náttúruhavnin í Føroyum - Skálafjørðurin - verður ment til tað havnalag, sum hann eigur at vera, og vit fara at gevast við at byggja vitleys projekt út í Nólsoyarfjørð.
Justinus Eidesgaard vísir á, at við Eysturoyar-og Sandoyartunlunum fáa vit umleið 20 kilometrar av undirsjóvartunlum í einum, og tá vit hugsa so stórt, eiga vit beinanvegin at fara at hugsa um ein tunnil til Suðuroyar.
- Neyðugar kanningar eiga at verða gjørdar, og vit eiga at fara at hugsa um fígging. Vit vita, at Smyril heldur ikki ævigt, og tí eiga vit av álvara longu nú at fara at hugsa um at fáa fast samband við Suðuroynna so skjótt sum gjørligt. Hesin samhaldsfasti fíggingarleistur, at yvirskotið á teimum mest trafikeraðu farleiðunum fíggjar tær minni trafikeraðu, er einki minni enn eitt undur, heldur Justinus Eidesgaard.