Sjálvstýrisflokkurin heldur, at øll, sum hava arbeiðsførleika, skulu hava møguleika at nýta henda førleika á arbeiðsmarknaðinum. Best hevði verið, um fólk við skerdum arbeiðsførleika fingu umstøður at arbeiða á vanliga arbeiðsmarknaðinum saman við fólki við fullum arbeiðsførleika. Í onkrum føri er forðingin einans fysisk, har kundi broytt innrætting og hjálpitól latið arbeiðsmarknaðin upp fyri teimum við avmarkaðum arbeiðsmøguleikum. ?Fleiri vard størv skuldu verið á bæði privata og almenna arbeiðsmarknaðinum.
Vit eiga eisini at skapa ein alternativan arbeiðsmarknað fyri tey, sum ikki kunnu vera á vanliga arbeiðsmarknaðinum. Her kundu t.d. verið arbeiðstilboð á umhvørvisøkinum, innan náttúruvernd, fríðkan av almennum økjum og innan endurnýtslu.?Somuleiðis eiga fólkapensjónistar at fáa møguleika at nýta sína arbeiðsorku, teir kundu m.a. arbeitt sum hjálparfólk á trivnaðar- og mentanarøkinum – t.d. hava bygdarsøvn og onnur søvn avgjørt tørv á arbeiðsorku.
Veljið Sjálvstýrisflokkin og Karl A. Olsen, tí vit vilja skapa ein rúmsáttan arbeiðsmarknað.
X við lista D