Ein rúgva av smáum óhappum

Politiið í Havn veit at siga frá eini rúgvu av smærri ferðsluóhappum, sum stóðust av øllum kavanum og hálkuni týsdagin. Mikumorgunin vóru komin tólv óhapp á døgnrapportina frá støðum kring landið, men visti vakthavandi, at uppaftur fleiri høvdu verið, har tað ikki varð meldað til politiið. Har høvdu bilførararnir tikið sær av tí sínámillum, og skaðarnir vórðu so meldaðir beinleiðis til tryggingina.