Ein rúgva av herverki

Herverk er tað, sum fyllir mest í frágreiðingini hjá løgregluni um vikuskiftið, har millum annað 10 bilar stóðu fyri skotum. Ein kvinna síðst í 40-unum er handtikin í samband við herverk á nakrar av bilunum

Ikki færri enn 10 bilar stóðu fyri skotum um vikuskiftið, har onkur hevur stytt sær stundir við at skøva síðurnar á teimum. Átta av fráboðanunum komu úr eysturbýnum, har flestu teirra høvdu staðið í Bókbindaragøtu.
Løgreglan gongur út frá, at herverkið á teir átta ymsu bilarnar hevur samband við hvørt annað, og teir hava eisini illgruna um, at hesir tilburðir møguliga hava samband við herverkið, sum varð framt á tveir aðrar bilar, sum stóðu á parkeringsplássinum aftanfyri løgreglustøðina í Jónas Broncksgøtu í Havn.
Tað var sunnukvøldið, at herverkið á teir báðar bilarnar aftanfyri løgreglustøðini varð framt. Her hevur løgreglan handtikið eina kvinnu síðst í 40-unum, sum er undir illgruna fyri at hava framt herverkið á teir báðar bilarnar, og møguliga eisini hinar skøvaðu bilarnar í eysturbýnum.
At bilarnir í høvuðsstaðnum veruliga hava staðið fyri skotum hetta vikuskiftið, máttu tríggir bileigarar á Traðarvegnum eisini ásanna leygarmorgunin, tá nummarplátur á bilum teirra vóru skræddar av.
Av herverki annars hava onkur smámál verið aftrat, sum altíð eru um vikuskiftið. Heldur ikki er tað óvanligt hjá løgregluni, at tey taka fólk inn við á støðina, sum hava verið ov drukkin, og hetta vikuskiftið hevði løgreglan fýra liggjandi gestir.

Einki harðskapsmál ella rúsdrekkakoyring
Rúsdrekkakoyring og harðskapur plaga eisini at vera fastur táttur, men í so máta var hetta vikuskiftið eitt undantak. Fríggjamorgunin um fimmtíðina fór ein bilur útav vegnum við Sund. Trý fólk vóru í bilinum, sum gjørdist vrak, og førarin varð handtikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og at hava koyrt bil í frákenningartíðini, sum tað eitur.
Men síggja vit burtur frá hesum eina óhappinum, so tók løgreglan í Havn ongan fyri rúsdrekkakoyring, og ei heldur hava teir skrásett nakað harðskapsmál.