- Tað undrar meg stórliga, at Kringvarpið fer undir so radikalt til verka, so sum vit síggja nú. Og tað er púrastani undrunarvert, at formaðurin fyri Kringvarpsstýrinum einki skal vita um hesa avtalu, sigur Bjarni Djurholm, formaður í mentanarnevndini hjá Løgtinginum.
Hann sigur, at frmferðarhátturin hjá Kringvarpinum er ikki í samsvar við intentiónirnar hjá Kringvarpinum.
- Kringvarpið hevur eina lógarfesta inntøku á 40-50 milliónir krónur umframt kunngerðir og spøl. Tað kundi verið áhugavert at vita, hvat Kringvarpið kann framleiða fyri tann peningin, sigur Bjarni Djurholm.
Hann heldur tí, at talan er um reina provokatión av Kringvarpinum at gera eina slíka avtalu.
- Talan er jú um ein Public Service stovn, og tá sendingarnar skulu sponsorerast av privatum, kanst tú av sonnum spyrja, hvussu heftar ella óheftar sendingarnar verða, sigu Bjarni Djurholm.
Og tað er eitt annað og meira álvarsamt mál, tá tað kemur til Kringvarpið.
- Fyri hálvum ári síðani skuldu 30 fólk sigast upp, sendast skuldi ikki um náttina og hvat veit eg. Nú vísir tað seg, at alt koyrir á sama hátt, so upplýsingarnar, sum Kringvarpið gav mentanarnevndini, ikki eru í tráð við veruleikan. Og tað er sjálsamt, fyri at siga tað milt, sigur Bjarni Djurholm.