Leygardagin á jóansøku er ein hópur á skránni á Tvøroyri. Dagurin byrjar stundisliga við, at gamli kongaligi handilin og pubbin lata upp klokkan 9 og verða opin til klokkan 04 sunnumorgunin.
Tá Smyril fer úr Havn til Suðuroyar klokkan 10 leygarmorgunin fer Jens Marni Hansen Band at spæla live umborð á veg suður, og beint eftir at strandfaraskipið hevur lagt at, fer Hvistan at skipa fyri rennikapping.
Rennikappingin byrjar við Sólmiðstøðina á Traðarvegi 24. Her fara bæði børn og vaksin at renna. Børnini fara at renna ávikavist 500 og 1000 metrar, og tey vaksnu fara at renna fimm kilometrar.
Barnaróðurin byrjar klokkan 13, og ætlandi fer Niels Petersen, sum er kendur frásøgumaður í fótbóltshøpi, at varpa út frá róðrinum. FM-róðurin, har stigini aftur fara at rulla, byrjar klokkan 15, og tá verður róð frá sandinum og út á Tvørákai.
Aftur leygardagin bjóðar søguliga skipið Thorshavn umborð, og tá fer skipið at liggja við vestara arm á djúphavnini.
Klokkan 18 leygardagin verður spennandi EFFO-dystur við Stórá, har TB og EB/ Streymur fara at spæla.
Leygarkvøldið klokkan 18.30 verður útimøti í túninum við Doktarahúsið, har umboð fyri Kelduna í Skálafirði skipa fyri, og klokkan 20 verður Syngið við-tiltak við missiónshúsið á Tvørábakka. Her verður Frelsunarherurin eisini við, og bjóðað verður til suppu aftaná.
Leygarkvøldið klokkan 23.30 fer Jens Marni Band at spæla til dans í Tvøroyrar Klubba, og her verður eisini DJ Hustler á pallinum.
Samstundis, sum dansurin byrjar, verður eisini eitt hugnaligt tiltak við midnáttarsangi og midnáttarrøðu á felagsøkinum í miðbýnum á Tvøroyri. Tað verður Kári Jespersen, sum fer at halda midnáttarrøðu, og sanghefti verða býtt út.