Tað er altíð hugaligt at fáa svar upp á sínar viðmerkingar, ikki minst frá einum so royndum samfelagsdebattøri sum Thomasi Arabo. Nýggja undirheitið, propagandakallur (og so kanska eisini tað, sum verri er), sum TA hevur gjørt meg út við, taki eg - um ikki sum ein heiður - so sum eitt tekin um, at viðmerkingarnar vóru á einari leið.
Fáur lýgur meira
enn helvtina"
Sigur vælkenda orðatakið, og tað kann vera orsøkin til, at TA sigur nærum helvtina ósatt, tá hann vil vera við, at undanfarna samgonga hækkaði 50% markið við 300 túsund krónum. Rætta talið er 180 túsund krónur, tí markið hækkaði ikki úr 400 upp í 700 túsund krónur, men úr 490 upp í 670 túsund krónur. Hetta hendi yvir 6 ár. Meðan Javnaðarflokkurin hevur rátt fyri borgum - 1 1/2 ár - er markið hækkað 160 túsund krónur. Úr 670 upp í 830 túsund krónur.
Háinntøka er omanfyri
830.00 kr. - sambært TA
TA vil ikki út við, hvat hann sjálvur meinar er ein háinntøka. Enn sum áður er tað 50% markið, ið er undanførslan. Tað er nóg mikið fyri TA, at inntøkur omanfyri 50% markið - 830 túsund krónur - ikki fáa skattalætta. Gamaní, men tað eru ivaleyst framvegis ymiskar meiningar um, hvat ein háinntøka er. Valla kemst tó uttan um, at 600-800 túsund krónur eru høgar inntøkur - ofta nevndar háinntøkur.
Hækkaði inngjaldið
nú 0,5 ella 0,25%?
Hækkingin í inngjaldinum til Samhaldsfasta er tann fyrsta, síðani grunnurin varð stovnaður í 1991. Og neyvan varð tað hækkað, um ikki tað var ein rossahandil í samband við skattalættan. At tað nú er hækkað tilsamans 0,5%-stig er eisini ein hampuliga kreativ útsøgn, tí her leggur TA eftir øllum at døma bæði hækkingina í gjaldinum hjá løntakarum og arbeiðsgevarum saman (0,25+0,25). Vanliga plagar man at siga, at gjaldið hækkar 0,25%, og so er tað sjálvandi fyri teir partar, sum nú einaferð rinda í grunnin. Og so kann leggjast aftrat, at samalaða inngjaldið til Samhaldsfasta er munandi minni enn sjálvur skattalættin. Tað kann TA kanska greiða nærri frá.
Pensjónir og Samhaldsfasti hækkaðu
Útgjaldið úr Samhaldsfasta hækkaði úr 525 upp í 700 kr. mánaðarliga frá 1998-2004. Hækkingin er ikki so stór, sum tann, ið nú er gjørd, úr 700 upp í 910 kr., men tað velst um, hvussu man velur at hækka samlaðu veitingarnar til pensjonistarnar. Umframt Samhaldsfasta, sum er tann minsti parturin av samlaðu veitingunum til pensjonistar, hava vit sjálva fólkapensjónina (grundupphædd og viðbót). Útgjaldið til fólkapensjón hækkaði frá 1998-2004 samanlagt 23.700 kr. um árið fyri stakar pensjonistar og 18.200 kr. fyri giftar pensjonistar. Eisini varð markið fyri, nær pensjonistur kann vinna sær nakrar eykakrónur uttan mótrokning í viðbótini, hækkað úr 22.300 upp í 44.500 kr. Og grundupphæddin varð gjørd skattafrí, so pensjonisturin er longur niður á skattastiganum, um talan er um eykainntøku.
Fleiri síður av
skattalættanum
Eg eftirlýsti eftir fyrstu umrøðuna hjá TA av skattalættanum fleiri síður av málinum, og nú eru nakrar komnar fram aftrat. TA sær t.d. eisini skattalættan úr einum øðrum sjónarhorni, tá hann sigur, at 1/4 av skattalættanum fara til inntøkur hægri enn 300 túsund krónur og 3/4 til inntøkurnar niðanfyri. Tá TA sigur hetta, má man (inntil víðari) ganga út frá, at tað passar. Og tað er upp til TA sjálvan, um hetta øsir hann ella ikki. Eg loyvi mær tó at ivast eitt sindur í hesum, tí sambært Hagstovuni vóru samlaðu skattskyldugu inntøkurnar (í 2002) omanfyi 300 túsund krónur 40% (og ikki 1/4) av samlaðu skattskyldugu inntøkunum. Hetta má tó kannast nærri.
Argandi og ov ramligt?
Hevði annars ikki væntað, at tað fór at arga TA so mikið, at eitt mál varð lýst frá fleiri síðum. Orsøkin kann tó vera, at eg í míni fyrstu viðmerking tosaði um at "spæla við erligum kortum". Tað var helst at taka í so ramliga til, men hesum ber TA vónandi yvir við mær í. Tað undrar meg tó, um tað undrar TA, at viðmerkingar verða gjørdar til hansara skriving, tá hann sjálvur loyvir sær at meina alt møguligt um alt møguligt á politiska økinum. Um eg var ordiliga keðiligur, kundi eg freistast til sjálvur at skýrt Thomas propagandakall (og kanska tað, sum verri er) - men nei, lat tað fara.









