Ein poetisk framstilling av Ingálvi

– Hetta er ein poetisk framstilling av Ingálvi av Reyni – bæði í teksti, myndum og sangi.

– Hetta er ein poetisk framstilling av Ingálvi av Reyni – bæði í teksti, myndum og sangi.

 

Tað sigur Frits Johannesen í Fuglafirði, sum hevur skrivað sangleikin, sum 7. flokkur í Fuglafjarða Skúla framførir í næstu viku.

 

Frits Johannesen, fyrrverandi lærari í Fuglafirði, sum eisini er kórleiðari og listamaður, bæði við málningalist og sum í hesum føri – hann hevur skrivað leikritið til leikin – sigur, at Ingálvur av Reyni var ein góður sangari og góður listamaður. Flokslærarin í 7. Flokki í Fuglafjarðar skúla, Durita Eldevig, hevur gjøgnumgingið tekst og  myndir, ið fest er á blað í bókum um Ingálv av Reyni. Børnini hava verið kunnað um Ingálv. Hvør næmingur hevur so málað málningar í stíli Ingálvs, ið eru til skjals i høllini, meðan spælt verður.

 

– Fyri fimm árum síðani var sangleikurin spældur á sama stað, sum æt: Picasso kemur í morgin. Hann varð gjørdur nøkunlunda eftir sama leisti. Børnini fingu tað til, at Picasso var ættaður úr Oyndarfirði, sigur Frits, sum sjálvur er hevur ættarbond úr Oyndarfirði.

– Nú hava tey funnið útav, at Ingálvur av Reyni býr í Innandals í Fuglafirði. Hetta eru flytingar, sum vit kenna frá surrialistiskari list, og er hetta ikki øðrvísi enn ein barnaverð, sum vit øll hava upplivað, greiðir Frits Johannesen frá.

 

– Hugsandi er, at  hetta hevur stóran týdning fyri børnini, foreldur og skúlan í síni heild at leggja lunnar undir tær skapandi lærugreinirnar, at vit lyfta og lætta alla somlu tíðina. Minsta mark í einum skúla er, at vit fylgja lógini um skúlan, kunngerðum og lesiætlan. Fara vit út um hesar ræsir í listaligum kenslum, so fáa vit ein livandi skúla, sigur Frits.

 

Ein annar gávuríkur listamaður í Fuglafirði, Eyðun á Lakjuni, hevur tónsett yrkingarnar og spælir undir sjálvur, tá ið sungið verður.