Ein planki má skiftast

Í ókyrru ein heystardag á Slættanesi fekk “Ólavur” úr Vestmanna ein lítlan skaða í bakborðssíðu. Nú verður skaðin umvældur á Vestmanna Skipasmiðju.

Vestmanna: - Skaðin er ikki so stórur, og tí fer hetta bert at taka nakrar fáar dagar, sigur Olav Olsen, leiðari á skipasmiðjuni.

Í Skipalistanum er Ólavur skrásettur sum útróðrarbátur, men hann hevur somuleiðis verið títtur gestur við ferðandi á Slættanesi.

Tað var undir einum av hesum mongu túrunum í hesi avtoftaðu bygdini, at hann fekk skaða í síðuna, tá hann legði at landi við atløgubryggjuna á Slættanesi.

Neyðugt verður at skifta ein hálvantriðja metrar langan planka út. Hetta eru teir á skipasmiðjuni so vanir við.

Sum skilst hava teir eina tummilfingrareglu sum sigur, at tað vanliga tekur tveimum monnum ein dag at taka ein planka út og ein dag at seta tann nýggja í aftur.

- Eftir ætlanini byrja vit arbeiðið í dag, sigur Olav.

Ólavur er bygdur í 1939 í Vestmanna úr eik og furu.


Tann minsta

Vestmanna Skipasmiðja er tann minsta skipasmiðjan í tí stóra Skipasmiðjusamtakinum, sum fevnir um Tórshavnar Skipasmiðju, Skála Skipasmiðju, Vestmanna Skipasmiðju og FJM Runavík.

Her í Vestmanna hevur ein lagt serligan dent á at gera umvælingar á skip og bátar, umframt alt vanligt smiðju- og sveisiarbeiði.

Ein eykalutagoymsla er eisini í Vestmanna, og samband er við høvuðsgoymsluna í Havn nærum hvønn dag, soleiðis at goymslulutir kunnu útvegast haðani eftir lítlari løtu.

Afturat vanliga virkseminum selur skipasmiðjan eisini máling til bæði hús og bátar. Deildin hjá Litaval í Vestmanna er somuleiðis á skipasmiðjuni.

- Vit átaka okkum mest smærri arbeiðir, sigur Olav Olsen.

Umframt Ólavur standa tveir aðrir bátar eisini á skipasmiðjuni í Vestmanna. Her er mest talan um tryggingarskaðar.

Hesi arbeiðini eru komin so mikið langt, at allir tríggir bátarnir kunnu fara á sjógv aftur rættiliga skjótt.