Tá freistin at søkja starvið sum stjóri í mentunarhúsinum SALT á Drelnesi var úti á middegi í dag, hevði Saltsilogrunnurin, ið umsitur húsið, einans fingið eina umsókn.
Kristian Holbæk, næstformaður í Saltsilogrunninum, sigur við in.fo, at starvið helst ikki verður lýst leyst av nýggjum, hóast einans ein umsókn var til tað.
- Vit fylgja vanligum mannagongdum innan setanarviðurskiftir. Vit hava ein sera væl skikkaðan umsøkjara, ið vit fara at bjóða til setanarsamrøðu. Um tað gongur væl, so verður starvið ikki lýst leyst av nýggjum.
Eftir ætlan verður starvið sett skjótast gjørligt.