Franskir myndugleikar hava handtikin ein persón eftir, at tveir yvirgangsmenn í dag drupu ein prest aftaná, at teir høvdu tikið hann og fleiri nunnur til gísla í eini kirkju í Normdínum.
Tað er ein talsmaður fyri franska ákæruvaldið, ið váttar fyri fronskum fjølmiðlum, at ein persónur, ið hevur tilknýti til gíslatakararnar, er handtikin.
Tað var í morgun, at tíðindini bórust, at tveir menn, vápnaðir við knívum, høvdu tikið fleiri fólk til gísla í eini kirkju í franska býnum Saint-Etienne-du-Rouvray. Ein eldri maður, presturin í kirkjuni, varð ein dripin. Løgreglan skeyt og drap yvirgangsmenninar, tá teir komu úr kirkjuni.
Islamski yvirgangsfelagsskapurin, Islamski Staturin, hevur tikið ábyrgdina fyri álopið, og Francois Hollande, franski forsetin, hevur eisini lýst álopið sum eitt yvirgangsálop.